Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 79
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
85
er framburðurin linari, og neutralu sjálvljóðssmámunirnir
ráða. Reint fonetisk viðurskifti fara eisini at vera viðgjørd
í fonematisku eftirkanningini niðanfyri.
Fonematisk eftirkanning.
Samanfallið og misbýtingin av i og u í føroyskum máli
í herðingarveikum stavilsi eru allmannakunnug, og nógvir
málmenn hava víst á tey, fyrstur var longu Rasmus Rask
1811. Endingasjálvljóðini verða ofta framborin við so
óvissum ljóðvirði, at til ber at týða tey bæði sum i og
sum u; nakar triði møguleiki er ikki, tí normalstavsetingin
hevur skilað til at skriva i og u. (í hesi grein hugsi eg
ikki um sjálvljóðið a, sum at kalla altíð hevur skilligt
adjóð, eisini tá tað hevur heilt veika herðing.)
Spurningurin um í hvønn mun munur verður gjørdur
á endingasjálvljóðunum avvitandi má verða kannaður í
hvørjum bygdarmáli sær, við tað at framburðarvanarnir
hesum viðvíkjandi eru ólíkir eftir landspørtum. Eftirkann»
ingin má verða gjørd eftir spyrjiblað, tí hetta eru einastu
líkindi at fáa sammetandi tilfar úr fleiri bygdum. Tað er
leksikalski framburðurin, sum vísir, um frásøgumaður ger
fonematiskan mun á endingasjálvljóðunum i og u, t. d.
sagnorðaformarnir stendur og hoyrir frambornir við meira
ella minni skilligum muni á i og u. (Hinir nærkvæmu ljóð«
smámunirnir hava í hesum føri lítlan týdning). Tá hann
tosar skjótt og samanhangandi, ger sami frásøgumaður
kanska ikki mun á *úr og =ur í stendur og hoyrir, men
hetta forðar ikki tí, at orðini í huga hansara hava ólíkar
endingar.
Til tess at fáa yvirlit yvir, hvussu í og u í herðingar*
veikum stavilsi eru býtt fonematiska, sendi eg 56 skúla*
lærarum í ymsum føroyskum bygdum spyrjibløð á sumri
1961. í hesum spyrjiblað var nøgd av orðaformum við i
og u í herðingarveikum stavilsi. Ætlanin var, at merkt
skuldi verða við hvønn form, hvørt frásøgumaðurin segði