Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 80
86
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
i ella u. Hinum fínaru smámununum spurdi eg ikki eftir.
Her seti eg frágreiðing um hinar týdningarmestu orðaflokk=
arnar á blaðnum.
A. Endingarnar ir og u r í endanum á orði.
1. Nom. sing. óbundin formur av hestur, bátur, vin*
ur, sjógvur osfr.
2. Skyldskaparorðini faðir, dóttir, systir osfr. óbund*
in sing. nom. og acc.
3. Nom. plur. óbundin av orðum sum
a) vinur, litur, veggur; bygd, ferð;
b) byrði, mýri; dunna, genta, gøta, søga osfr.;
c) eyga, oyra, noða, nýra;
d) fótur; bók, mørk, hond, rót, nátt.
4. Adverb og fyrisetingar: niður, aftur, suður, vest«
ur, eystur; eftir, undir, yvir.
5. 3. pers. sing. pres. av
a) sterktbendum sagnorðum, t.d. lesa, liggja, sova;
b) so nevnd ja^sagnorð, t. d. fremja, telja, kryvja;
c) so nevnd iaísagnorð, t. d. nevna, senda, fylgja,
merkja;
d) so nevnd e=sagnorð, t. d. duga, liva, tola.
B. Endingarnar il og ul í endanum á orði, t. d. hoy*
bendil, fetil, gaffil, saðil, kongul, ongul, pensul
o. a.
C. Endingarnar =i og -u í berum endaljóði.
D. Nom. sing. bundin formur av navnorðum sum hest*
urin, báturin, vinurin, sjógvurin, har u stendur í
heilt herðingarveikum millumstavilsi (»levissimus«).
E. Dat. sing. og plur. bundin formur av nøkrum navn*
orðum, formar sum hestinum: hestunum, bátinum:
bátunum, húsinum: húsunum.
Saman við spyrjiblaðnum sendi eg leiðbeining, ið segði,
hvussu tað átti at verða útfylt. Her niðanfyri er sagt frá
nøkrum høvuðstáttum.
Til frásøgumann átti at verða valdur eldri maður ella
kona, sum hevði búð í bygdini alt lívið. Málið hjá frá=