Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 82

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 82
88 Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u so kann eisini niðurskrivarin ávirka frásøgumannin við sínum egna framburði. b) Frásøgumaðurin kann »siga skeivt«, t. e. nýta fram* burð, sum ikki er sermerktur fyri bygdina. Vanligasta or* søkin man vera, at frásøgumaðurin mangan hevur ilt við at tosa heilt náttúruliga, tá hann veit, at framburður hansara verður skrivaður niður. Hann roynir ofta at tosa »rættari« og nýtir skriftmálsformar, sum ikki hoyra bygdarmálinum til. (Meira um hetta í »sociologisk sjónarmið«.) c) Bygdarmálið sjálvt kann vera so vøkkult, at ilt er at gera av, hvør ið tosar rætt, og hvat ið er framburður ser* merktur fyri bygdina. Ymissir framburðir kunnu vera lið um lið. Endamálið hevur her verið at skriva niður tann bygdamálsframburð, ið er eyðkendur fyri eldra ættarliðið. Tá eg havi arbeitt hitt samansavnaða tilfarið, havi eg haft hesar nevndu vansar í huga. Tí hevur borið til í mong* um førum at fara aftur umaftur fleiri vegir, at kanna hvussu álítandi niðurskrivingarnar hava verið. Eitt hevur verið at bera saman við tær nógvu bandupptøkur, ið eg havi ymsa* staðni úr Føroyum, annað hevur verið at bera saman niður* skrivingar úr grannabygdum. Eitt, ið hjálpti væl til at fáa niðurskrivingarnar álítandi, er eisini tað, at orðatalið í hvørj* um formbólki á spyrjiblaðnum var so mikið stórt. Tað eigur at hava verið sera torført hjá honum, sum hevur vikið frá bygdarmálinum, at smíða framburð, sum skuldi verið trú* ligur og ikki verið skriftmál.8 Tá eg havi farið um svarini á spyrjibløðunum, havi eg merkt framburðin á kort. Fyri at fáa gott yvirlit havi eg so gjørt nýtt kort fyri hvørt málsligt formslag, so at til ber at lesa framburðin av endingarsjálvljóðinum í 3. pers. pres. av sagnorðunum á einum korti, á øðrum korti fleir* talsendingar navnorðanna osfr. Kortleggingin er heilt fone* matisk, t. e. fínari ljóðsmámunir eru ikki merktir, uttan bara i og u. Um so i hevur verið framborið »i« ella »e« hevur einki at týða, tað, sum týdning hevur, er, at sjálvljóðið er uppfatað sum i.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.