Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 85
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
91
Hvussu lítið hin gjølligi ljóðsmámunurin ofta hevur at
týða, tá ein vil kenna endingasjálvljóðið í samanfallsøk=
inum, fekk eg skilligt prógv um í samrøðu, ið eg hevði
við tveir nólsoyingar. Vanligasti framburðurin av endingini
=ir (og íur) var í teirra máli opið »i«4jóð frammanundan
r. Men sjálvljóðið kundi eisini Ijóða neutralari (»vocal
murmur«). I summum førum var sjálvljóðið í framburð*
inum hjá øðrum manninum nærri »u« enn »i«, hetta var
eftir varraljóð, t. d. í forminum dugir. Tá eg hoyrdi hetta
ljóðið, ið líktist u í endingini, spurdi eg beinanvegin hin
mannin, hvussu hann segði orðið. Hann svaraði: »Eg sigi
eisini ’dugir’«, við skilligum »i«=ljóði í endingini. Hann
helt seg so statt hava sama framburð sum hin fyrri, tó at
hann segði endingarsjálvljóðið heilt øðrvísi. Hann tók
altso i og u fyri sama málljóð, fonem. Um i og u soleiðis
verða tikin fyri eitt, hevur fonematiskt samanfall verið, og
mær tykir rættast at skriva i fyri báðar framburðir í fon*
ematiskari frágreiðing, við tað at hin udíki framburðurin
bert er fonetiskt frábrigdi av hinum vanligara iíframburðinum.
2) bpartur er eisini til norðanfyri. Men bandupptøkur
og samrøður haðan siga so mikið ymisliga frá, at mær
hevur ikki eydnast at finna markini fyri hesum parti.
Av tí, ið niður er skrivað úr Norðuroyggjum, sýnir tað,
ið skrivað er um Viðareiði og Árnafjørð, Mramburð í
øllum endingum við herðingarveikum i ella u. (Undantøk
eru bert <un og *um, sum víkja frá dn. Bundin formur
<=inum kann tó falla saman við kvennkynsformin ^uni,
>ini.) Hesar niðurskrivingar eru væl og virðiliga gjørdar,
og ikki er orsøk at ivast í, at tær eru álítanđi.
Úr Klakksvík havi eg eisini fingið væl álítandi niður*
skriving av framburðinum hjá tveimum avgomlum monnum.
Endingasjálvljóðið er mest i, men u er eisini uppi í. Hjá*
orð við íir og =ur verða framborin við i í endingini, lýs*
ingarorðaendingin =igur ljóðar »»i/'ir«, og navnorð við *iI
og «ul verða altíð framborin *»t’Z«. Týdningamikil viðraking
er, at nframburður kann koma fyri í øllum málsligum