Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 86
92
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
formsløgum fyri *u og ur, altso eisini í leksikalskum fram*
burði av formum sum hestur og bátur og í presens av
sterktbendum sagnorðum. Best tykist u vera varðveitt í
fleirtali av rótorðum; so statt er bert u*framburður niður*
skrivaður í føtur, merkur, bøkur, røkur, røtur, nætur
og ræsur; men heldur isframburður í hendur, rendur,
strendur og strengur. Tað kann vera, at hitt delabiali*
seraða sjálvljóðið e í hesum seinnu orðunum hevur stuðlað
broytingina til »-ir«.
Samantikið kann verða sagt um tann framburð, ið teir
báðir frásøgumenninir úr Klakksvík høvdu, at blendingurin
av iíformum og uTormum er so óregluligur, at menninir
sjálvir neyvan hava vitað av nøkrum muni á iTramburði
og uíframburði, undantakandi kanska endingin =ur í nøkrum
sterktbendum sagnorðum og í summum rótorðum í fleir=
tali.
Niðurskrivingarnar úr Fugloy eru í summum líkar teim=
um úr Klakksvík: mest i«endingar, men einstakar u==endingar,
sum kunnu vera frábrigdi av mótsvarandi i*endingum íkomin
av fonetiskum orsøkum. 1 navnorðaformum sum hestur,
bátur, litur, sjógvur osfr. er i í endingini eins vanligt
og u 011 sagnorð uttan nøkur sterktbend hava *ir í presens.
I summum førum eru munirnir á teim formunum, sum
niður eru skrivaðir í Hattarvík og á Kirkju, ótrúliga stórir.
Hetta ger, at ilt er at meta tilfarið.
At niðurskrivingarnar, ið nevndar eru omanfyri, sýna
ikki einskilda mynd, nýtist ikki at vera, tí at tær eru ikki
so gjølla gjørðar. Orsøkin til, at tær eru so ringar at meta,
kann liggja í sjálvum bygdarmálinum. Ymisligir framburðir
eru ofta til lið um lið í somu bygd. Ljóðlagið kann vera
so í summum bygdamálum, at endingasjálvljóðið verður
serstakliga ringt at uppfata.
Ur Múla havi eg einki niðurskrivað, men bandupptøkur
haðan tykjast benda á, at i og u eru heilt samanfallin. í
formum sum tretivu og stórur havi eg skrivað niður
skilligt rdjóð í síðsta stavilsi. Men hesar samrøðurnar hava