Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 87
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
93
ikki verið eftir spyrjiblað, og talið av formum, sum lýsa
framburðin av endingasjálvljóðinum í »levis« er heldur lítið.
Úr Svínoy og Kunoy hevur ikki eydnast mær at fáa
nóg gjolligar frásagnir. Bygdirnar á Kalsoynni tykjast ikki
hava samanfall av i og u í »levis« í stóran mun. Norður*
i'íparturin skuldi so statt verið bygdirnar á Viðoynni og
Borðoynni, í hvussu er, tó er ymist við Klakksvik, har
málið er almikið blandað.
3) Ein triði landspartur við fonematiskum samanfalli av
herðingarveikum i og u er Suðuroyggin. Har ræður u*fram«
burðurin í »levis«. Or Suðuroy havi eg góðar niðurskriví
ingar eftir spyrjiblað úr Hvalbø, av Tvøroyri, úr Fámjin,
úr Hovi, av Økrum og úr Sunnbø.
Suðuroyingar hava uTramburð (»u«, »o«, »ø« osfr.) í
endingum sum dr, >ur, *il, «in, *un, *um. Øðrvísi enn í
ispørtunum hava suðuroyingar so statt samanfall eisini
millum formar sum bygdin — bygdum. í samanhangandi
tali og eisini annars, tá endingasjálvljóðini verða skjótt
framborin, ella annars tá herðingin er heilt lítil, missa
endingasjálvljóðini u*dámin og nærkast »e« ella líka »i«.
Áðurnevndi framburðurin (»u«, »o«, »ø« osfr.) er í »levis«
í leksikalskum framburði. í berum endaljóði er tó eisini
í hesum skili »e« vanligasti framburður bæði av i og u
(t. d. hoyrdi og hoyrdu = hoyrde).
Akramálið er væl øðrvísi enn hini bygdamálini í Suðuroy.
Á Økrum eru i og u til lið um lið, t. d. í endingunum
*il,: *ul og *ir: *ur, tó býtið av teim ymissu framburðunum
er lítið reglubundið. Endingin *in skilst klárliga frá *um.
Máleyðkennini á Økrum komast náttúruliga av tí, at so
nógv av fólki úr øðrum oyggjum hevur setst har. Av
formum, sum komnir eru av blendingi av ymissum mál*
formum, skal eg bert nevna plur. »gæsir« (av gás). Ur
suðuroyarmáli y>gesur« hava teir lænt endingina, sum hevur
fingið sniðið »*ir«, og lagt hana afturat forminum gæs,
ið er rættur eftir mállæruni.
Or Fámjin er sagt, at summi orð eru framborin við