Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 88
94
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
í«endingum. Hvørt málið í Fámjin skilir seg burtur úr
hinum bygdamálunum í Suðuroy, ella iVendingarnar koma
av lestrarframburði ella av fonetiskum viðurskiftum, tá sam*
røtt var, tað er ikki sigandi av eini einsamallari niðurskriving.
B. Har fonematiskur munur er á i og u.
Um aðrar leiðir enn samanfallspartarnar, ið sagt er frá
í A, verður skilt ímillum i og u í »levis«, so at t. d. =»ir
og íur verða uppfatað sum tvær ólíkar endingar. Men
býtið av iíendingum og u*endingum er ikki sama sum í
skriftmálinum nakrastaðni. Mállærulagið er ofta einfaldað,
so at har i*endingar og uændingar hava verið til lið um
lið í sama bendingabólki, hava bygdamálini í stóran mun
valt aðra endingina í analogi, t. d. *ir í plur. av navnorðum
og =ur í pres. av øllum sagnorðum (sum ikki hava =ar!).
Nú fari eg at greiða frá býtinum av i og u í nøkrum
týdningamiklum endingum, sum eisini eru eyðkenniligar
fyri málið. (Sí omanfyri, bls. 86 og frameftir.)
1) Kallkyns hvørfallsendingin «ur í navnorðum og lýs=
ingarorðum hevur u=framburð í leksikalskum framburði
allastaðni í Føroyum uttan fyri áðurnevndu i^partar, t. d.
í formum sum hestur, sjógvur, stórur, hvítur. Hetta
er tann ur^ending, sum best verður varðveitt; iíframburður
í hesum bendingarbólki er bert fastur í i=pørtunum.
2) Skyldskaparorðini við eintals hvørfalli =ir og hinum
føllunum sur, t. d. faðir, móðir, systir, bróðir og
mostir. Bygdamálini hava mist burtur falbbendingina.9
Endingin =ur er yvirhøvur nýtt í Suðuroy, í Sandoynni, í
Vágum, í Norðurstreymoy (Vestmanna, Kvívík, Hvalvík.
Hósvík, Kollafirði)10 og í Eysturoynni í bygdunum við
Sundalagið: við Norðskála, á Oyri, á Selatrað. Umframt
er niðurskrivað =ur í Mikladali.11
íir allan vegin í skyldskaparorðunum er — umframt í
i*pørtunum — niðurskrivað í Rytuvík, í Søldarfirði og í
Syðrugøtu. Meira =ir enn =ur sýna niðurskrivingarnar av