Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 89
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
95
Glyvrum, av Skála, úr Elduvík, av Eiði, úr Oyndarfirði og
úr Leirvík. Hinar niðurskrivingarnar, t. e. av Húsum á
Kallsoynni og úr Fugloy og Svínoy, sýna = ir og »ur hvørt
um annað. Or Svínoy verður sagt, at »ir og ur verður sagt
hvørt um annað«. í summum førum tykist valið millum
íir og <ur vera fonetiska treytað; orðini móðir og bróðir
hava oftari enn hini framburðin *ur, tá *ir og <ur verða
søgd hvørt um annað. Varrarundingin við ð elvir til rundað
sjálvljóð sum »u«.
Tað er sera torført at fáa skil á, hvørt nakað fastur
skilnaður millum føll er lærdur av lesing, ella hann hevur
verið í bygdarmálinum. í nøkrum førum tykist vera skilt
ímillum, men ikki ber til at prógva hetta av niðurskriv=>
ingunum.
3) Navnorð við fleirtalsendingini ==ir eru bæði í kallkyni
(t. d. vinir, veggir), kvennkyni (t. d. bygdir, ferðir) og
hvørkikyni (t. d. klæðir, stykkir). í hesum formum er
framburðurin =ir allastaðni, uttan í Suðuroy. (Sí omanfyri,
bls. 93).
4) Fleirtalsendingin *ur er í ymsum flokkum av navn*
orðum. Størsti flokkurin er kvennkynsorðini við «a í ein=
tali, genta, kona, gøta, vika, troyggja osfr. Annar
týdningamikil flokkur er sonevndu rótorðini, flest teirra
kvennkynsorð, fótur, mørk, bók, hond, strond, rók,
nátt, rás o. fl. «ur í fleirtali er eisini vanliga bendingin av
hvørkikynsorðum við =a, eyga, oyra, leika, lunga, noða,
nýra.
Suðuroyingar hava framburðin =ur í fleirtali av øllum
hesum navnorðum. I Sandoynni siga teir altíð =ir í fleirtali
fyri skrivað =ir, =ur, =u (eygu/r/) og =i (klæði/r/). Sama
er í Vágum og í Vestmanna og Kvívík og á Kirkju. Ur
hinum bygdunum uttan fyri i=partarnar er niðurskrivað
bæði =ir og =ur fyri skrivað =ur sum fleirtalsending. Být=
inum av framburðunum =ir og =ur millum ymissar flokkar
av navnorðum er ilt at fáa skil á, og hetta kemst aloftast
av vøkkulari málnýtslu hjá frásøgumonnunum. Vanligt býti