Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 90
96
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
av endingunum er, at veiktbend navnorð fáa framburðin
=ir í fleirtali (t. d. »konir«, »gøtir«, »søgir«; »eygir«, »oyrir«)
men rótorð =ur (t. d. »hendur«, »bøkur«, »nætur«). Henda
málnýtsla er niðurskrivað í Hvalvík (nakað vøkkul), Hós*
vík (heilt vøkkul), Kollafirði, Eiði, Elduvík, Leirvík, Syðru*
gøtu og, við =ir*framburði í summum rótorðum eisini, á
Selatrað, á Skála, á Glyvrum.
Lítið er til av framburðinum =ur í fleirtali av veiktbend«
um kvennkynsorðum og hvørkikynsorðum aðrastaðni enn
í Suðuroy. Men í hesum bendingabólki er heilt lætt at
læra skriftmálsframburð, og einstakir =ur*framburðir í niður*
skrivingunum munu vera slíkir. Uttan at vilja siga í hvønn
mun niðurskrivingarnar siga rætt frá bygdarmálsframburði,
nevni eg tær bygdir norðan fyri Suðuroynna, har fraim
burðurin =ur er niðurskrivaður í orðum sum gøtur, konur,
eygur, oyrur osfr.: við Norðskála, á Oyri, í Søldarfirði,
í Oyndarfirði (hvørkikynsorð hava =ir) í Rytuvík (skiftandi
við =ir) og í Svínoy (hvørkikynsorð við =u).
At nógv bygdamál hava kunnað varðveitt fleirtalsending
sína *ur í rótorðum so mikið reglubundið skild frá =ir í
navnorðum sum bygd og ferð, man hava samband við
umljóðið í fleirtalsformum rótorðanna, sum her hevur munað
at varðveita gamla mállærulagið. So statt: einstavað kvenn*
kynsnavnorð fáa í fleirtali endingina <ur og umljóð ella
eisini endingina >ir (ella <ar) og ikki umljóð. Dømi um
at orð kann skifta millum hesar bendingar, er orðið rás,
sum vanliga verður sagt annaðhvørt »ræsur« ella »rásir« í
fleirtali.
í bygdarmálinum skiftir fleirtalsendingin hjá rótorðunum
vanliga meira enn hjá øðrum navnorðum. 1 summum førum
tykist býtið av =ir og <ur vera sum best ber til, men við
hvørt er skilligt, at fonetisk viðurskifti hava gjørt sítt. »ø«
í stovnstavilsinum elvir til u»framburð, og »e« til i*fram»
burð av endingini. Hetta er av tí, at varrastøðurnar í »ø«=
framburði og »e«*framburði hvør sær kunnu verða stand*
andi, eisini tá endingin verður søgd. Á líkan hátt kann