Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 91
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
97
hjáljóð, sum kemur beint undan endingini, elva til ávísan
framburð. í og ci verða vanliga framborin við tunguodd*
inum móti tannaranguni í ovara munni ella móti tanngarð*
inum. Tílík munnstøða elvir stórliga til eftirfylgjandi fremri
sjálvljóð, t. d. i. I framburði av k og g verður tungurygg*
urin borin upp ímóti gómanum, og staðurin, har teir bera
saman kann skifta stórliga eftir hvussu ljóðini uttanum
verða artikulerað. Rótorðini hava ofta urTramburð í fleirí
tali eftir k og g. Her koma nøkur dømi um hetta fonetiska
treytaða skifti í framburðinum av fleirtalsending rótorðanna.
Á Selatrað er niðurskrivað =ir í fleirtali fyri rótorðini, undan=
tøk eru merkur, bøkur, brøkur og røkur. Við Norð*
skála siga teir =ur í flestum rótorðum, men =ir í føtur,
rendur, strendur, stengur.
5) Hjáorð og fyrisetingar við «ur og =ir (niður, aftur,
vestur, eftir, undir o. fl.).
Uttan fyri i=partarnar hava orðini við =ur framburðin
varðveittan. Orðini við *ir hava fingið framburðin =ur í
Suðuroy, í Sandoynni, í Vágum, í Norðurstreymoy og við
Norðskála, á Oyri og á Selatrað í Eysturoynni. Flestar
aðrar bygdir — uttan fyri bpartarnar — t. e. meginparturin
av Eysturoynni og partar av Norðuroyggjum fylgja být=
inum av <ur og =ir, sum tað er í skriftmálinum, við hvørt
tó nakað sum til ber.
6) Endingarnar hjá sagnorðunum í nútíð í 2. og 3. pers.
eintali í fornmálinum vóru <ar í o=sagnorðum (kaí/ar), «ir
í ia=sagnorðunum (senc/ir) og e»sagnorðunum (dugir) og
=r í ja=sagnorðunum (dylr og dylja) og sterktbendu sagn*
orðunum (bítr, brýtrj. Føroysku bygdarmálini hava varð*
veitt hesar ymissu endingarnar í summum. Longu í mið=
øldini er svarabhaktisjálvljóð komið frammanundan r í
dylr, bítr osfr. I føroyskum máli er svarabhaktisjálvljóðið
tíðliga í tíðini fallið saman við upprunaligt herðingarveikt
u og hevur fingið snið í bygdamálunum javnt við hetta.12
Tað var fast lag í stavseting Hammershaimbs, at býtið
av endingunum í nútíð av sagnorðunum var eins og í
7