Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 92
98
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
fornmálinum (upprunaligt *r er skrivað mr). Men flestu
bygdamálini hava einfaldað bendingina. Endingarnar dr
og <ur eru samanfalnar í flestum bygdamálum. (Endingin
*ar verður sjálvsagt hildin uttan fyri eftirkanningina eins
og eisini formar sum býr, doyr, grør osfr.)
Endingin =ir ræður einsamøll bert í i*pørtunum. Fram*
burðurin *ur fyri bæði *ir og *ur er fastur í Suðuroy, í
Sandoynni, í Vágum, í Norðurstreymoy og í Eysturoynni
í bygdunum við Sundalagið og í Søldarfirði. í hinum
bygdunum í Eysturoynni og eisini nakað í Norðuroyggjum
eru til bæði og *ur*endingar.
I teim bygdum, sum hava bæði *ir og *ur sum ending
í nútíð, tykist *ur verða nýtt regluligast í sterktbendu
sagnorðunum. Framburðurin *ir í sterktbendum sagnorðum
(einstøk sagnorð sum hava skift yvir í veika bending, t. d.
blása, hugsi eg ikki um) sigst vera til hjá eldri fólki á
Eiði, men sum vanligur framburður er niðurskrivað »ur
har. í hinum bygdunum, ið nevndar vóru, er bert her og har
niðurskrivaður *ir*framburður í sterktbendum sagnorðum.
í ja*sagnorðunum skifta nr» og *ur*framburðir ofta í
sama bygdarmáli, so at summi sagnorð fáa *ur og onnur
*ir. í flestum bygdum í Eysturoynni (teimum, ið ikki bert
hava *ur í nútíð) fáa ja*sagnorðini *ir sum ending, um
bendingarstovnurin endar við kj ella j, og *ur í hinum
førunum, so statt *ir í flekja, tekja, klekja, berja, verja
(»flekjir« osfr.) og mr í fremja, telja, leggja, kryvja,
dylja o. fl. (»/remur« osfr.) Sama skifti í endingunum er
eisini niðurskrivað á Húsum á Kallsoynni og í Svínoy.
Hetta býti av >ir og »ur í ja*sagnorðunum tykist vera fon*
etiska treytað. Framburðurin av sagnorðinum tiga er sera
vøkkul, men *ir* á tí parti, ið her er umrøddur — tykist
vera vanligari, og tá verður orðið helst sagt »tejir«.
Sagnorð við nútíðarendingini *ir í skriftmálinum verða
eisini vanliga framborin við »ir í teim bygdarmálum, sum
ikki hava tikið við *ur sum ending í nútíð. Framburðurin
á Eiði av ia*sagnorðunum er vøkkul, so at øll hesi sagn*