Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 93
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
99
orð kunnu fáa annaðhvørt =ur ella <ur. Ur Leirvik havi eg
tvær niðurskrivingar, ið einki hava hvør við aðra at gera,
onnur hevur *ír og hin »ur í øllum ia*sagnorðum. Bert «ir
í ia=sagnorðum er niðurskrivað í Elduvík, í Oyndarfirði,
á Skála, í Svínoy — og sjálvandi í i*pørtunum. Einstakir
íur*framburðir av ia*sagnorðum eru niðurskrivaðir við Gjógv
(eftir bandupptøku), í Syðrugøtu, á Glyvrum, í Mikladali
og á Húsum.
Bert ífr*framburður í eísagnorðum er — uttan fyri f*part«
arnar — niðurskrivaður í Rytuvík, á Eiði og í Svínoy. í
hinum bygdunum við bæði »ir og »ur sum nútíðarendingar
er framburðurin vøkkul; tó tykist «ir* vera vanligasti fram«
burðurin í summum sagnorðum og «ur í summum. Ser*
stakliga ofta er niðurskrivað *ur í duga. Varrastøða beint
undan endingini er her serliga lagalig fyri u«framburð.
Sagnorðið hava eitur hevur í nútíð allastaðni uttan fyri
úpartarnar.13
7) Navnorð við «il og *ul. I bygdamálunum verður
ofta bert onnur endingin nýtt. Framburðurin «u/ í øllum
hesum orðum er eyðkendur fyri suðuroyingar (Akrar undan«
takandi her sum altíð, tá talan er um felagseyðkenni; sbr.
bls. 93) og vágamenn og vestmenningar. Bert *il í hesum
orðum verður — umframt í úpørtunum — sagt eisini í
Sandoynni. Aðrastaðni úr Føroyum, t. e. Norðurstreymoy
(Vestmanna ikki uppi í), Eysturoy og pørtum av Norður*
oyggjum, eru framburðirnir *il og *u/ niðurskrivaðir lið
um lið. í summum bygdum dámar teimum best *il*fram*
burðin, t. d. á Eiði, í Elduvík, í Leirvík og í Mikladali.
8) Endingarnar *i og «u eru so vanligar, at tær oftast
eru til í hvørji reglu í tekstum. Tá eg nú greiði frá hesum
endingum, skilji eg ikki ímillum mállæruligt býti uttan
taki øll orð undir einum við somu ending.
Endingin *i er í nógvum navnorðaformum, t. d. kvæði,
kaffi (hvørkikyn, óbundin formur), kavi (hvørfall kallkyn),
báti, hesti, skipi (hvørjumfall eintal kallkyn og hvørki*
kyn); í bundnum formi í t. d. rópið, orðið (hvørfall og