Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 97
Um herðingarveiku sjálvljóðini i og u
103
framburðinum, uttan í samanhanginum. Tá eg segði hestí
inum einsamalt ikki alt ov skilliga, kundu teir ikki gera
av, hvørt tað var eintal ella fleirtal. Harafturímóti vóru
teir vanir at greiða frá muninum við at siga formarnar
seigliga við herðing á i og u, men hesin lesingarframburður
gevur onga uppfatan av málnýtsluni í bygdarmálinum.
í samansetingum av slagnum pannukøkur, sýslumaður,
fliðuskeljar, dunnusteggi osfr. skiftir ofta sjálvljóðið
u eftir fonetiskum umstøðum, so at niðurskrivararnir skriva
við hvørt »i« (ella »e«) og við hvørt »u«. Tframburður er
ofta fastur, eisini í niðurskrivingum, sum skilja ímillum i
og u í hestinum — hestunum. Tað er neyvan trúligt, at
bygdarmál veruliga hevur regluligan framburðarmun á eins
tali og fleirtali í áðurnevndu hvørjumfallsformum, tá u í
»levissimus« í samansetingum ikki er skiljandi frá i.
NIÐURLØGA
Omanfyri á bls. 81 havi eg sagt nakað um, hvat ið ein
eigur at leggja sær í geyma, tá sovorðin eftirkanning sum
henda verður gjørd. í frágreiðingini, ið so kemur, havi eg
sagt frá fonetiskari og fonematiskari kanning av herðingar*
veiku sjálvljóðunum i og u. Her havi eg serliga í fone*
matiska partinum haft geografisk sjónarmið í huga sam*
stundis. Úrslitið er uppískoyti til føroyska dialektgeografi,
roynd at gera fonematiska kortlegging av sjálvljóðunum i
og u í herðingarveikum stavilsi. Mistøkini kunnu vera nógv
og ring at sleppa undan, so sum síggjandi man vera av
bls. 87—88 og fleiristaðni í greinini, og eg veit av, at tað
hevur ikki eydnast mær heilt at sleppa undan hesum mis»
tøkum. Neyvari úrslit hevði kanska kunnað verið, um so
var, at eg hevði niðurskrivingar úr øllum føroyskum bygd*
um — og serstakliga, um eg hevði haft fleiri niðurskrivingar
úr hvørji bygd.
Søgulig og sociologisk sjónarmið hevur ein hómað her
og har í tí, sum frammanundan er sagt. Nú í endanum