Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 104
Óðalsrætturin í Føroyum.
Eitt yvirlit yvir søguligu tilgongdina og
orsakir hennara.
Eftir E. A. Bjørk.
»Sammen med jordeje er arv og æt født. De
er jordens ándelige natur. Forklarer menneskers
bundne og religiøse forhold til jord. De giver
eje et aerværdigt mytisk indhold«.
Martin A. Hansen í »Orm og Tyr«.
I. Rætturin hjá ættini til jørðina.
Ætt og ogn er sama orðið. Á teimum norrønu málunum
hevur orðið fingið týdningin slekt, men á hinum germansku
málunum merkir sama orðið ogn: (á gotiskum: aiths, á
angelsaksiskum: æht og á fornhátýskum: eht). Uppruna*
týdningurin av orðinum er: tey, ið hoyra uppí ella hoyra
saman sbr. fornírskt: icht, sum merkir komandi slektin ella
ættarbólkur.
Orðið óðal er óivað ein avljóðsháttur av aðali, sum víðari
kann førast aftur til hitt grikska: atalos í merkingini barns*
ligur, og hetta orðið stavar aftur frá atta, sum hjá Homer
merkir: kæri faðir, kæri gamli e. I., smbr. latín: atavus,
sum veruliga merkir faðir at oldurabba, men í fleirtali atavi
og eisini nýtt í skaldamáli í týdninginum forfedrar, haðani
fremmandaorðið atavisma, sum merkir endurkyknan av ætt»
arbregði frá einum forfaðir, sum hevur livað langt afturi.
Hitt felagsgermanska orðið afela ella ofrela (sum kortini
er ókent) verður hildið at koma av orðinum atta í týdn*