Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 105
Óðalsrætturin í Føroyum
111
inginum fedrarnir, og hiðani stavar víðari angelsaksiska e/te/
og ofrel í merkingini heimstaður og fornfrísiska ethel og
othol í týdninginum arvagóðs, smbr. fornsaksiska othil og
fornhátýska uodal í somu merking. Á fornnorrønum verður
óðal nýtt bæði í merkingini heimstaður (føðiland) og ogn,
serliga jarðarogn, smbr. alda óðal: sum als ikki við nøkrum
rætti kann takast frá ognarmanninum.
Hesin felagstýdningur av orðunum ætt, ogn og óðal
bendir aftur til eina tíð, tá ið allur ognarrætturin var hjá
ættini. Hetta var í fyrstu syftu galdandi fyri ættargarðin.
Tey ymsu ættarliðini, ið sótu fvri garðinum, høvdu í veru»
leikanum einans nýtslurætt. Ognarrætturin var hjá ættini,
og hesin rættur bendi aftur til teir aldargomlu forfedrarnar,
smbr. týdningin av atavus omanfyri. í eini norskari rættar*
bót um óðalsloysing frá 1316 stendur, at óðalsvitnini skulu
»telja langfeðr til haugs ok til heiðni«. Slektin skal so statt
førast aftur til »haugbúi«, hins heygsetta. Var garðurin komin
aðrari ætt í hendi, so høvdu eftirkomararnir kortini støðugt
ein ávísan rætt til »jarðfolgit fe«, t. e. góðs, sum var loynt
ella niðurgrivið í garðsins jørð. I landslóg Magnusar Laga«
bøtara frá 1274 (VI—16—1) verður umrøtt, at triðiparturin
av slíkum góðsi Iegst honum til, ið »er næst á til haug*
óðals at telja«, tað vil siga, næsti eftirkomari hins heygsetta.
Um hinar stóru gravheygarnar skrivar sviin C. W. von
Sydow (s. 98): »stenálderns megalitgravar sávál som vikinga*
tidens gravhogar har tydligen fátt sina váldiga former, icke
blott fór att vara monument, utan áven fór at vara bostáder
át de dóda«. Eftir eini einfaldari uppfatan var tað teir heyg«
settu, sum áttu garðin við øllum lunnindum, ja allan arvin.
í hini hugvekjandi bókini »Orm og Tyr« viðger høvundin
Martin A. Hansen hetta soleiðis (s. 76):
»Hos nogle folk ved Middelhavet, som hos de ældre
romere, havde den døde juridisk ejendomsret over sit gods
efter døden. Det má forstás sádan, at først med døden tih
træder en mand endelig arven, hidtil har han kun forvaltet
den for sin døde forgænger. Máske man aldrig under disse