Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 108
114
Óðalsrætturin í Føroyum
túrligt at fata hesa grein mótvegis til ta fyrstu aftaná:
1—35: »Bondæ ma æi sælæ sin kunæ iord . . .«, men
heilt óhugsandi er tað kortini ikki, at inngangsorðini sipa
til eina fyrrverandi rættarstøðu, har bóndin als ikki kundi
selja jørð sína. Annars líkjast byrjunarorðini í J. L. 1—34
einari stevnuskrá, tí heildarinnihaldið í fyriskipanini skerjir
ógvuliga nógv hin fría avhendingarrættin. Beinleiðis fram*
hald av teim nevndu orðunum í I — 34 ljóðar: »of han
them lagh bøth sinæ næstæ frændær a thry thing«. Verður
jørðin skeytað burtur, áðrenn løgboð er gjørt, »tha mvghæ
han næstæ frændær thæt aftær kallæ oc havær han for
gørth sinæ thre marc with konung oc with bondæ«.
í J. L. I — 34 verður soleiðis hálvavegna ein skylda áløgd
honum, sum vil selja jørð sína, til at løgbjóða hana út á
trimum tingum t. v. s. bjóða næstrafólkinum at keypa jørð*
ina. Til hetta svarar ein rættur fyri hesar frændir til at
loysa jørðina t. v. s. at keypa hana frá ognarmanninum.
J. L. I — 34 nevnir einki um tann prís, frændurnir kunnu
loysa jørðina fyri. Men helst er talan bert um forkeypsrætt
t. v. s. ein rætt til at ogna jørðina fyri hægsta prís, sum
kann fáast við sølu til fremmandar.
í øðrum norrønum landslagslógum eru ásettar prísskip*
anir sum loysing skal fara fram eftir. I Sælandslóg hjá
Eiriki stendur, at seljarin ikki má »meta teimum jørðina
dýrari enn tað dýrasta hann fyrr hevur keypt líka nógva
og líka góða jørð fyri í teirri bygdini ella aðrari bygd í
tí sóknini, og ikki má hann selja frændum sínum hana
dýrari enn hon fyrr er seld«. 1 Skánalóg eru ongar fyri«
skipanir at finna um jarðatprísin, men í Anders Sunesens
sonevndu parafrasu yvir lógina (kap. 19) verður kortini
tann tilburður havdur á máli, at seljarin førir prógv fyri,
at næstringarnir hjá honum hava sítt fyri at keypa jørðina
»for dens rette pris«, sum víðari kundi benda á, at eisini
her hevur talan verið um eina ella aðra prísáseting, og í
ymsum svenskum landslagslógum eru fyriskipanir at finna
um, hvat ið gjaldast skuldi fyri jørðina við loysingina. 1