Fróðskaparrit - 01.01.1961, Síða 110
116
Óðalsrætturin í Føroyum
loysingarrætturin kendur undir navninum droit lignager (av
lignage: ætt, slekt), og í gomlum týskum rætti undir navn>
inum Erblosung og Erbfreudrecht. í teim donsku lands*
lagslógunum verður »lovbydelse« umrøtt í øllum lógum
uttan SællandsIógValdemars. í teim svensku lógunum verður
vanliga eitt annað orð hembud nýtt, men skyldan til at
hembjuda jørðina er hin sama sum løgboðsskyldan. Loys*
ingarrætturin verður í Sviaríki nevndur bórdsrátt av tí forn*
svenska byrf>, smbr. fornnorrøna byrð: føðing, burður.
Orðið byrf verður í teim svensku landslagslógunum nýtt
í týdninginum loysingarrættur, hartil svarar sagnorðið byrfa:
prógva sín jarðarrætt orsakað av skyldskapi og byrfaman:
frændi, ið hevur rætt til at loysa jørð. Bórdsrátt verður
umrøddur í øllum svenskum landslagslógum. Innan fyri
hitt vesturnorrøna økið verður orðið løgboð nýtt í norsku
lógunum Gulatingslógini og Frostatingslógini og í tí ís«
lendsku Grágásuni. í hesi er kortini ikki talan um at løgí
bjóða jørð til frændur, men til hann, ið hevur løgmáli til
jørðina, t. v. s. hann, sum við síni jarðarsølu hevur treytað
sær forkeypsrætt. Harafturímóti finnast fyriskipanir í Gula*
tingslógini gr. 276 og Frostatingslógini gr. 12 um skyldu
til at bjóða slektini jørðina, áðrenn hon verður seld, og
orðið løgbjóða verður nýtt í gr. 277 í Gulatingslógini,
hareftir seljarin, um stríð tekur seg upp, má hava vitni
fyri, »at jørð var boðin løgboði«, um hvussu greiniliga
jørðin er boðin slektini. Loysingarrætturin verður sum áður
sagt í hesum lógum nevndur óðalslausn, og verður ikki
umrøddur í teimum norsku landslagslógunum.
Fólkini tey, sum seljarin hevði løgboðsskyldu til, verða
eitt sindur ymist ásett í teim ymsu lógunum. í Jútsku lóg
(1—34) og í Ostgótalagen (Jordabalk 3) verður sagt, at
faðirjørðin skal bjóðast faðirfólki og móðurjørðin móður»
fólki, men henda meginregla — paterna paternis, materna
maternis — sum er kend frá miðaldar fronskum rætti (Planiol
III nr. 1791) og aðrastaðni, er annars ókend í norrønum
landslagslógum. Sambart Frostatingslógina (XII—4) skal