Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 113
Óðalsrætturin í Føroyum
119
hon kann inna (t. v. s. 2 oyra keyp mótvegis 1 oyra keyp
hjá bóndakonuni) smbr. G. 56. Líkar fyriskipanir eru at finna
í Frostatingslógini. Her fær hauldr 1 mørk meira í bót enn
bóndi (X—34). Hauldar skulu serliga nýtast til vitnis (IV
— B, XIV—7, XV—11), og teir hava ávís framíhjárættindi,
tað ið teim funnu hvalunum viðvíkur (XIV—10). Haraftur=
ímóti er hugtakið hauldr ókent í donskum og svenskum
rætti. í Jútsku lóg og Skánalóg er kortini ein ávísur munur
millum ognarbøndur (othælbondæ, athælbondæ) og festarar
(landbo), við tað at innanfyri tað jútska rættarøkið kundu
ognarbøndur vera nevningar (J. L. 11—50), og innan fyri
tað skánska rættarøkið kundu bert ognarbøndurnir vera
eiðsvørjingar í ognartrætnaði (Sk. L. 238 og 241), men javn*
svarandi rættur er ókendur í Sællands lógum, ella í teim»
um svensku. 1 Aldra Vástgótalagen kemur harafturímóti
landær mafaær fyri, svarandi til norskt lendr maðr.
í síni heild kann tí sigast, at løgboðsskyldan og tann
til hana svarandi loysingarrætturin er felags fyri tær flestu
norsku, donsku og svensku landslagslógirnar, men tær
norsku fyriskipaninar víkja serliga í tveimum pettum frá
donskum»svenskum rætti, nevniliga lutvíst við hørðum treyt«
um, sum verða álagdar til tess at jørðin verður óðalsjørð,
og lutvíst við tí serstøðu, hin óðalsheimilaði myndar.
U. A. Motzfeldt (1846) nevnir um hetta (s. 3):
»Medens den norske Odelsrets Erhvervelse vistnok var knyttet til
strengere Betingelser end Familieretractsret efter fremmede Love, sáledes
var den derimod en Familieret af en ganske særdeles Betydning, Styrke
og Varighed«.
III. Óðalsrætturin í Føroyum til 1789.
Tá ið tað soleiðis vóru fyriskipanir í øllum teimum gomlu,
norrønu londunum við tí endamáli at tryggja ættini fyri*
munsrætt til jørðina, kann tað haldast, at átøkar reglur
eisini hava verið galdandi á teimum økjum, har norrønir