Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 114

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 114
120 Óðalsrætturin í Føroyum menn reistu búgv og at óðalsrætturin hevur verið galdandi á teim økjum, sum vórðu búreist út Noregi. Henda hugsan man tó neyvan vera bein íslandi viðvíkjs andi. Ið hvussu so er halda norsku rættarsøgumenninir Fr. Brandt (s. 253—54) og Abs. Taranger (s. 392), at óðalsrætturin ikki var lóggildur á Islandi fyrr enn við fyri* skipan frá 29. november 1622. Afturímóti kom óðalsrætturin til Hetlands fyri hesa tíð. Tann 22. august 1604 ásetti løgtingið í Hetlandi, »that na persoun or personis fra this furth ather by or sell ony sort of landis with utheris without the samen be first offerit to the narrest of the sellaris kin according to use and consti= tute of the contrie« (Tingb. bls. 150). Tey síðstu orðini vísa, at tað ið hvussu so er ikki hevur verið nakað nýtt, sum her varð lógboðið, og tað er møguligt, at óðalsrætt* urin hevur verið kendur í oyggjunum langt afturi í tíðini. 1 tí gamla norrøna málinum (Norn) í oyggjunum kemur orðið óðal fyri í hættinum udal ella udel. Talanin er um ald udal, sum J. Jakobsen lýsir sum »urørlig og fra for* fædrene arvet odelsejendom«, smbr. fornn. alda óðal. Orðið kemur eisini fyri í staðarnøvnum (Udelsland, Udelstaft) og í samansetingum: udaUborn (óðalsborin), udalland (gomul óðalsjørð), udaUman ella udaler (óðalsmaður, óðalsbóndi) og udalred (óðalsrættur). í Føroyum verða óðalstrætur longu umrøddar í tí elstu tingbókini (1615—54), men tað er einki sum bendir á, at óðalsrætturin skuldi havt verið nýtt fyribrigdi í oyggjunum tá. Tá ið Gulatingslógin kravdi 6 ættarlið til óðalshevd, er tað rímuligt at halda, at óðalsreglurnar ikki beinanvegin vórðu lóggildar í Føroyum, men neyvan er nakar ivi um, at óðals* rætturin, um hann ikki áður var lóggildur her, ið hvussu so er fekk lóggildi í 1273. Á vári hetta ár gav norski kong* urin Magnus Løgbøti eina rættarbót fyri Føroyar, har m. a. stendur (Dipl. Fær. s. 23—24): ». . . af Jjhui vilium vær..att her skulum ganga slick log sem genger vm oll Gulatings log, vthann Bunadar Bolcker skall stande efter thui sem sialf ydar bok watter«.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.