Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 116
122
Óðalsrætturin í Føroyum
rættinum, so ásetti landslógin (VI—4), at prísurin skuldi
ásetast av skynsomum monnum, og sama regla var galdandi
við heimloysn av jørð frá einum fremmandum keypara
(VI—5). Av øðrum frávikum í samburði við Gulatings=>
lógina kunnu nevnast, at reglurnar um óðalsarv vórðu eitt
sindur broyttar (sjá Skeie s. 15—17).
Reglurnar í landslógini um óðalsrætt vóru galdandi í
Føroyum, til tær vórðu avloystar av teimum javnsvarandi
fyriskipanunum í Norsku lóg hjá Kristjani IV 1604, sum
styttir um tíðina fyri óðalshevd frá 60 til 30 ár og frá 4
til 3 ættarlið, men umframt hetta vóru reglurnar í fyriskip*
anini í síni heild ein umseting til danskt. í teimum elstu
tingbókunum vóru fleiri sakir um nýtsluna av óðalsrættar
reglum í N. L. hjá fjórða Kristjani umrøddar. I eini ein=
stakari sak tykjast enntá reglurnar í Gulatingslógini at hava
verið nýttar.
í tingbókini fyri 1622 (bl. s. 169—70) verður ein sak
umrødd millum Jens Simonsen og Mikkel Joensen (Mikkjal
í Lamba) viðvíkjandi jørð í Húsavík, sum Jens Simonsen
»mente at være næste odelsmand til at igen løse«. Men
løgrætturin helt nakað annað og feldi henda dóm:
»Sá efterdi det befandtes, at for’ne jord havde ligget under Mikkel
Joensens forfædre udi fem langfædres tid upákraft og upákæret, da blev
de breve, som de derpá havde, sável jorden dømt efter loven at være
under for’ne Joens Heinesens arvinger, og sá brevene at stá ved deres
fulde magt til evig tid«.
Mikkjal í Lamba var sonur Joen Heinesens, sjá Louis
Zachariassen s. 290 f.
Sum tilskilað, varð eftir N. L. fjórða Kristjans kravt, at
jørðin skuldi hoyra ættini til í 3 ættarlið, meðan Lands*
lógin kravdi 4 ættarlið og Gulatingslógin 6 ættarlið, so=
leiðis at sjálvt kravið í Gulatingslógini her varð lokið.
Við Norsku Lóg hjá Kristjani V av 15. apríl 1687, sum
sambart boðanarbræv frá 12. mei 1688 fekk gildi í Føroyum