Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 119
Óðalsrætturin í Føroyum
125
kortini nevnir Dons einastaðni í doktararitgerðini, at loys*
ingarrættindi sum óðalsrætturin »i høj Grad formindske
Friheden i Transactioner, Eiendomsrettens Sikkerhed samt
Grundeiendommens Priis og foranledige fordærvelige Rets»
trætter«. (citat eftir U. A. Motzfeldt s. XI). Hetta samsvarar
væl við ta áskoðan, sum náttúrrættarspekingarnir høvdu á
loysingarrættin hjá ættini, sum teir hildu vera ognarrætt*
inum eitt óhóskandi haft. Montesquieu tók í síni kendu
bók De l’esprit des Lois, sum útkom í 1748 til orða fyri
avtøkuni retrait lignager, slektarinnar loysingarrættur eftir
fronskum rætti. Aðalumboðsmaðurin Hf.nrik Stampe, sum
fekk tað samansavnaða tilfarið til ummælis, var kortini
sinnaður fyri óðalsrættinum. Hann sigur í áliti sínum um
spurningin og hansara avtøku m. a. (citat eftir Skeie s. 23);
»Jeg havde ønsket, at man havde haft nogen mere og sikrere under-
retning om bønderne i Norge, deres tænkemade i henseende til odels-
retten, og hvorledes de betragte og anse samme. Men det lidet, som
derom findes i de indkomne betænkninger gár ud pá, at bønderne anse
odelsretten som en forret, der formerer deres kærlighed til fædrene-
landet og lyst til at forsvare det. Altsá má jeg antage dette som en
sandhed, og sá længe jeg bliver derved, hverken tør eller vil jeg ráde
til at ophæve den«.
Stampe vildi halda fast við regluna í Norsku Lóg um
óðalshevd og innføra eina nýggja reglu sum lat óðals«
rættin fyrnast til 30 ár, sum fekk týdning í tí føri, at garð=
urin skifti eigara, soleiðis at óðalshevd ikki fekst til hansara
innan tey 30 árini. Tann langa frestin, sum Stampe vildi
lata fyrnast var prógv fyri, at hann vildi hava óðalin hjá
ættini sum longst. Struense, sum tá stýrdi í navni hins
sinnissjúka Kristjans sjeynda og sum var ávirkaður av sjónar«
miðunum hjá upplýsingartíðini, hevði illvild ímóti óðals*
rættinum, og hann fekk tí stytt óðalshevdtíðina niður í
10 ár og fyrningartíðina til 15 ár. Norsku rættarsøgumenn*
inir Fr. Brandt og Abs. Taranger hava greitt frá, at
Stampe heilt misfataði óðalsstovnin, men ímóti hesum við*