Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 120
126
Óðalsrætturin í Føroyum
merkir Skeie (s. 25—26): »Ogsá i sin behandling av odels=
rettsspørgsmálet viste Stampe seg, etter min oppfatning, som
en meget skjønsom mann«.
Sum tað sæst, so skerjir fyriskipanin frá 14. januar 1771
stórvegis óðalsrættin, sum í innganginum verður grundgivið
soleiðis, at óðalsrættarviðgerðir vilja verða fyribyrgdar, men
tað verður tó eisini sagt í intimatiónini, at tað er »Kongens
Hensigt og Vilje . . . at haandhæve Undersaatterne i Norge
ved den dem fra umindelig Tid af tilkommende Odels* og
Aasædesret«. Hetta eru allarhelst ikki orðini hjá Struense,
men hjá Stampe.
1 komandi árum vunnu sjónarm'ðini hjá upplýsingartíðini
meira og meira fram, eisini hennara sjónarmið um frið*
halgan av ognarrættinum, sum varð fastlagt eins og ein
trúargrein í teirri amerikansku Declaratión of Rights í 1776
og tí fronsku samtykt um mannarættindi í 1789. Slektar*
innar loysingarrættur varð mettur sum ein skerjan av tí
fría ognarrættinum, og tann franska kollveltingarlóggávan
tók í 1791 retrait lignager av. Henda áskoðan fekk eisini
høvdið fyri seg í Norðanlondum. 1 einum áliti frá 1799
sigur tað løgfrøðisliga fakultetið í Keypmannahavn (cit.
eftir Skeie s. 27); »at næsten alle oplyste statsmænd have
anset odelsretten for at være en politisk skadelig indretning«.
Somu uppfatan hevði norðmaðurin Christian Colbiørnsen.
Tá tær donsku landbúnaðarábøturnar í 1788 fingu gildi,
hevði hann verið sjálv sálin til at ávirka hetta. Frá 1804
og til sín deyðadag í 1814 var hann justitiarius í hægsta*
rætti. í hesum tíðarskeiði fekk hann fyriskipanina frá 5.
apríl 1811 um óðalsinnloysing í Noregi lógfesta. Sjálvt tanka*
gongdin í fyriskipanini vísir seg sjónskast í gr. 10, har sagt
verður, at kongurin »for at betrygge Eiendoms Friheden«
hevur avgjørt, at tað »under ingen omstændigheder maae
erhverves Odels*Løsnings*Ret« á »offentligt eller beneficeret
Gods, som herefter afhændes til Private«. Grein 3 veitti
honum, ið sjálvur hevði vunnið sær óðalshevd rættindi til
at avgera, hvørt jørðin skuldi vera heft við óðal ella ikki,