Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 125
Óðalsrætturin t Føroyum
131
lig, hvorfor Lovgiveren ogsá stedse mere og mere har ind*
skrænket den«. Lunddahl, sum um sama mundið var fúti
í Føroyum, hevði somu áskoðan á óðalsloysingarrættin. I
ritgerð síni frá 1843 um føroysk landbúnaðarviðurskifti,
sigur hann (LBK II s. 458), at hesin rættur er »en af de
flere Hovedhindringer for en ellers tænkelig forbedret Tih
stand af Jordbrugere«. Pløyen amtmaður hevur ikki beim
leiðis lýst sína støðu til óðalsloysingarrættin, men í einum
skrivi til kanselliið frá 12. november 1846 (0. nr. 110)
mælir hann kortini til, at Tillisch’ar dómur frá 29. november
1845, fær eina viðgerð á einum hægri rættarstigi m. a. ávís*
andi til, at tann í sakini umrøddi »OdelsIøsningsberettigelse«
var »af Vigtighed« fyri ta einkju, sum hevði tapt sakina.
Hann finnist at, at dómurin hevur kravt slíkt prógv fyri
óðalsloysingarrættinum, sum í veruleikanum var ómøguligt
at føra, tá ið realregistur trutu og tær eldru kirkjubøkurnar
vóru ófullkomnar, — og slíkt prógv var heldur ikki áður
vorðið kravt. Hann viðger ikki tað, sum Tillisch annars
nevnir um óðalin sum stovn, men tó sæst týðuliga, at hann
ikki er á somu áskoðan sum sorinskrivarin.
Sjónarmiðini hjá Tillisch og Lunddahl óðalsrættinum við«
víkjandi svaraðu til ta uppfatan, sum var vanlig innanfyri
danska rættarvísind, men í Noregi vóru tað heldur ikki so
fá, sum høvdu somu áskoðan. í 1845 varð eitt uppskot
sett fram um at taka gr. 107 í norsku grundlógini av, og
U. A. Motzfeldt, sum var dómari í Noregis hægstarætti gav
í 1846 út eina greiniliga ritgerð um óðals* og ásætisrættin,
har hann í innganginum hvassliga finnist at óðalsrættar*
stovninum, og í 1849 kom rættarsøgumaðurin Fr. Brandt
við atsókn á óðalsrættin. Broytingaruppskotið til ta norsku
grundlógina varð tó ikki framt. Tað fell endaliga á stór*
tingi í 1860 (Skeie s. 32—33).
Meðan óðalsrætturin sostatt varð varðveittur í Noregi,
gjørdust viðurskiftini øðrvísi í Føroyum í hesum árum. í
fyrstuni var tó útlit til, at løgtingið, sum í 1852 varð endur*
reist, vildi nokta fyri avtøku av óðalsrættinum. Tá ið upp<