Fróðskaparrit - 01.01.1961, Qupperneq 126
132
Óðalsrætturin í Føroyum
skot sama ár varð lagt fyri tingið um at lata ta donsku
arvafyriskipanina frá 21. mai 1845 verða galdandi fyri Før*
oyar, vóru menn ivingarsamir hesum viðvíkjandi, tí teir
bóru ótta fyri, at arvareglurnar kundu føra við sær broyt*
ingar á óðalsrættin, og ikki fyrrenn tað bá stjórnini varð
boðað, at talan var ikki um tílíkar broytingar, samtykti
løgtingið í 1853 uppskotið, sum gjørdist lóg tann 4. januar
1854 (sí R.T.L. 1853154 sp. 44—45) hóast føroyski fólka*
tingsmaðurin Niels Winther hevði givið til kennar, at ivi
kundi vera um at lógarútleggingin hjá stjórnini var røtt
(R.T.F. 1853/54 sp. 1070-73 & 3839-40).
Beint eftir at áðurnevnda lóg var staðfest, kom Emil
Dahlerup, amtmaður, 20. januar 1854 við einum uppskoti,
sum seinni gjørdist lóg 4. marts 1857 um útskifting av
privatum jarðargóðsi. 1 uppskoti sínum mælir amtmaðurin
til, at óðalsrætturin verður avtikin av hesi grund (LBK II
s. 368):
»Odelsløsningsretten er ikke af nogen særdeles Betydning her paa
Landet. Da dens Ophævelse vil være absolut nødvendig, naar de for-
anstaaende Bestemmelser ikke skulle tabe en stor Del af deres Betyd-
ning, maa det sikkert erkendes for rigtigt aldeles at ophæve den«.
Tá ið havt verður í huga, at løgtingið var ímóti arvafyri*
skipanini, er tað merkiligt, at tingið uttan víðari samtykti
uppskotið. Løgtingsnevndin, ið vald var at viðgera lógina,
boðaði í august 1855 frá, at hon hevði somu støðu til upp*
skotið sum amtmaðurin »hvortil vi endnu skulle tilføje, at
denne Ret« — óðalsrætturin — »ikke sjælden bliver afbe*
nyttet af uædle Motiver« (LBK II s. 377). Tá ið málið
varð viðgjørt á tingi 28. august 1855 atkvøddu 15 fyri og
1 ímóti (1. c. s. 384). í tilmæli sínum til innanríkismálaráðið
6. september 1855 sigur Dahlerup, amtmaður (1. c. s. 387):
»Endelig havde jeg anset det for nødvendigt, at Odelsløsningsretten
blev hævet. Denne Rettighed har overmaade liden Betydning her paa
Landet, og naar den en enkelt Gang benyttes, er det ikke sjældent, at
det er af mindre ædle Bevæggrunde den benyttes. Naar denne Rettig-