Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 51
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
59
Kollafirði, ein í Hósvík, ein í Hvalvík, tríggjar í Vest-
manina, ein i Kvívík og tríggjar á Skælingi. Aldur: 68—
13 ár. Umframt hesar 16 L. eru 4, ið hava L. sum seinna
navn av tveimum, og ein hevur L. sum fremra av tveim-
um fornøvnum. Sí eisini Elisabeth.
1 Lisbeth Catrine er 24 ára »vanvittig« genta 'í Hoyvík.
1 Lorentze er 42 ára bóndakona í Kaldbak.
4 Magge eru tvær í Hósvik, ein í Hvalvík og ein í Tjørnu-
vík. Aldur 53—4 ár. Har aftrat eru 4, iS hava M. sum
fyrra navn av tveimum fornøvnum.
1 Magge Kirstine er 24 ára ógift bóndadóttir í Hósví'k.
1 Magge Marie er 16 ára ógift bóndadóttir í Vestmanna.
1 Magge Sophie er 4 ára bóndadóttir í Hvalvík.
1 Magge Susanne er 5 ára húsmansdóttiir í Hvalvík.
44 Malene eru í øllum sóknum og í øllum aldri, og haraftrat
eru 16 iS hava M. sum seinna navn av tveimum for-
nøvnum.
89 Maren eru í øllum sóknum og í øllum aldri. Haraftrat eru
16, ið hava M. sum fremra navn av tveimum ella fremsta
navn av trimum fornøvnum.
2 Maren Catrine eru 6 ára genta í Tórshavn og 5 ára genta
í Tjørnuvík.
1 Maren Elsebeth Magrethe er 2 ára bóndadóttir í Hvalvík.
1 Maren Malene er 34 ára kona í Tórshav-n.
2 Maren Margrethe, báðar í Tórshavn, 14 og 4 ár.
1 Maren Regina er 11 ára genta í Tórshavn.
5 Maren Sophia eru ein í Tórshavn, tvær í Nólsoy, ein í
Kollafirði og ein í Vestmanna. Allar yngri enn 17 ár.
3 Maren Susanna, tvær í Tórshavn og ein í Nólsoy. Allar
yngri enn 19 ár.
1 Maren Sybilla er 26 ára ikona trummusláarans í Tórshavn.
7 Margrethe eru tríggjar í Tórshavn, ein í Hósvík, ein í
Tjørnuvík, ein í Vestmanna og ein í Leynum. Alduir: 2—
60 ár. Tær fýra í Norðstreymoy eru skrivaðar Magrethe.
Aftrat hesum 7 eru 3, ið hava M. sum fyrra navn av
tveimum, 12 hava M. sum seinna navn av tveimum og