Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 56
64
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
Gad er seinna fornavn ella millumnavn hjá Jørgen G.
2 Gregers eru 74 ára giftur »Magister og Rector Scolæ,
emeritus« og 28 ára ógiftur soldátur, báðir í Tórshavn.
2 Gregorius eru 54 ára abbi og ársgamal abbasonur hansara,
báÓir í Vestmanna.
6 Gutte eru allir í Norðstreymoy uttan ein í Tórshavn. Ald-
ur: 1—59 ár.
1 Haagen er 14 ára drongur í Tórshavn, uppkallaður eftir
abbanum.
Hagæus finst bara í samanseting Jacob H.
5 Halvdan eru tveir í Tórshavn, tveir í Vestmanna og ein
í Leynum. Aldur: 8—82 ár. Teir í Norðstreymoy eru
skrivaðir Haldan.
58 Hans eru í øllum sóknum og í øllum aldri. Haraftrat eru
11, ið hava H. sum fyrra navn av tveimum, og ein hevur
H. sum tað seinna av tveimum fornøvnum.
1 Hans Andreas er 12 ára sonur snikkarans Jacob Mathias
Karbech í Tórshavn.
2 Hans Jacob eru 14 ára sonur ein kalsmann í Tórshavn og
7 ára sonur ein konstápul í Tórshavn.
1 Hans Lauritz er ársgamal sonur sorinskrivarans í Tórs-
havn.
1 Hans Ludvig er 10 ára sonur eftirløntan konstápul í Tórs-
havn.
1 Hans Nicolai er 3 ára drongur í Kollafirði.
1 Hans Pauli Johannesen er 29 ára »Handels Betient« í
Tórshavn.
3 Hans Peder eru tveir 11—12 ára dreingir í Tórshavn og
ein 3 ára drongur í Kollafirði.
1 Hans Zacharias er 12 ára drongur í Kvívík.
1 Harald, 2 ára sonur ein soldát, er uppkallaður eftir móður-
faðiri sínum, og er einnevndur í Streymoyar sýslu 1801.
13 Heine eru tríggir í Tjørnuvík, allir eldri enn 50 ár; í Vest-
manna eru 74 ára abbi og 9 ára abbasonur, og har-
aftrat eru ein í hvørjari av bygdunum Skælingi, Saksun,
Haldórsvík, Streymnesi, Kaldbak, Koltri, Hoyvík og í