Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 13
ON »REVERSED« PRONUNCIATION IN THE FAROESE TJØRNUVIK DIALECT
17
gongdin eisini hoyrist har, nevniliga at upp-
runaligt <ey> sum ífleyga verður frambor-
ið sum [§:], sum um tað hevði verið skrivað
við <a>. Eg havi hoyrt ein gamlan tjørnu-
vfking (f. um 1911) úttala fleyga sum
[flø:a]. Hann tosaði eisini um, at nógvar
pisur vóru deyðar, sum hann úttalaði
[dø:aj]. Hetta eru dømi um øvutan fram-
burð. Endamálið við hesum stubba er í
stuttum at greiða eitt sindur frá hesum fyri-
brigdi, hví tjørnuvíkingar siga eitt núfleyga
sum [flø:a]. Tjørnuvíksstakkur, sum er sera
gott lundaland, hoyrir til Tjørnuvík, og
tjørnuvíkingar eru óførir við stongini. Og tí
tosa teir eisini nógv um fugl og at fleyga.
Tað var í fleygatíðini, eg hoyrdi henda
gamla tjørnuvíking nýta henda øvuta fram-
burð.
Øvutur framburður er eisini eitt nú í
Mykinesi. Petersen (1996: 12) hevur dømi
um øvutan framburð haðani:
“Fólk í Mykinesi og Vágum hava stundum
ein hyperkorrektan framburð í orðum við
upprunaligum føroyskum /ei:/ey. Eitt nú
kann fleyga, ið vanliga verður borið fram
[flekja], hava framburðin [flø:a]”.
Petersen sigur, at hetta serstakliga kemur
fram í útvarpssamrøðum, og tá ið mykines-
fólk og vágafólk tosa við avbygdarfólk. Tað
var ikki tilfelli í mínum føri í Tjørnuvík. Tá
var eg bara til staðar, meðan tann gamli
maðurin og abbasonurin tosaðu saman.
Ljóðglopp og ljóðglopsinnskot
Fyrst eitt sindur um ljóðglopp og ljóðglops-
innskot, soleiðis at tað, sum verður sagt um
øvutan framburð, verður betri at skilja.
Eitt vanligt fyribrigdi í føroyskum er tað
sokallaða ljóðgloppið og ljóðglopsinn-
skotið. Reglurnar kunnu vit býta sundur í
fýra:
• Er stovnssjálvljóð /-kent, fáa vit [j]-inn-
skot (t.d. sigur [si:juj], bíða [bui:ja], yð-
ur [i:juj], býur [bui:juj]/, leiða [lai:ja],
seyður [sekjuj], oyða [oi:ja]).
• Er stovnssjálvljóðið n-kent, fáa vit [w:]
(duga [du:wa], slóða [sbu:wa], búði
[buu:wi]).
• Við miðsjálvljóðini [e:], [o:], [ø:] var tað
tað herðingarveika sjálvljóðið, t.e. sjálv-
ljóðið í seinna stavilsi, sum er avgerandi
fyri innskotið: u gevur [v:] og i gevur [j]:
leður [le:vuj], degi [de:ji|, kvøði [kvø:ji |,
kvøðu [kvø:vu].
• Er stovnssjálvljóðið hvørki i- ella n-kent,
og tað herðingarveika sjálvljóðið er a,
kemur vanliga einki innskot, og tað eru
orð sum t.d. fáa [fø:a], klæða |klc:aj,
frøa [frø:a] (Andreasen og Dahl, 1997;
Petersen et. al., 1998: 17).
Hetta eru høvuðsreglurnar fyri ljóðglops-
innskoti. I okkara føri við øvutum fram-
burði er tað tann síðsta reglan við tveimum
sjálvljóðum lið um lið í hvør sínum stavilsi,
sum hevur áhuga.
Broytingin av á-a í [fo:a] ber til at meta
um út frá fonologi. Røðin [ø:aj við V+V,
har ið V stendur fyri vowel, t.e. sjálvljóð, er
fonologiskt óstøðug. Kenstowicz sigur
(1994: 23):
“Vowel sequences (V + V) are phonologi-
cally unstable...One response is to separate
the vowels by a “dummy” or “generic” con-
sonant: V + V (VCV)”.