Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 17
21
Samansett sagnorð við endur-
The use of “endur-“ in compound verbs in Faroese
Hjalmar P. Petersen
FO-360 Sandavágur, Føroyar
Úrtak
Her verður hugt at forskoytinum endur- í føroyskum.
Urslitið av kanningini er, at forskoytið einans kann
leggjast afturat umsagnarheildum, sum hava ein vissan
logiskan bygnað. Serstøk krøv eru eisini til tann gerandi
og til tann tolandi og/el. temaðið. Tí ber ikki til at hava
sagnorð eins og #endursnýsa, #endurtiðna\ haraftur-
ímóti er endurmála til f málinum '.
Abstract
In modern Faroese, the prefix endur- can only be at-
tached to verbs with a certain logical structure. Certain
prerequisites are necessary for the Actor, the Patient,
and/or the Theme. Thus, it is not possible to have a de-
rivation like #endursnysa or #endurtidna, while endur-
mála is possible
Inngangur
Forskoytið endur- verður bara lagt afturat
‘accomplishment’umsagnarheildum í før-
oyskum. Talan er um sagnorð sum mála,
doypa, skapa o.s.fr. ‘Accomplishment’-
sagnorð siga frá eini hending, sum hevur
ein enda. Tí kunnu tey taka upp á ein tíma
sum í (la), sum kann berast saman við virk-
issagnorðið renna í (lb)2. Av tí at hending-
in í (lb) ikki er liðug, kann umsøgnin ikki
taka upp á ein tíma. Sagnorðið kann kortini
broytast frá at vera eitt virkissagnorð til eitt
‘accomplishment’sagnorð, um mann setur
eitt navnorð sum teinin inn, sbr. (lc).
(la) Jóhan málaði húsini upp á ein tíma
(lb) #Jóhan rann upp á ein tíma
(lc) Jóhan rann teinin upp á ein tíma
Grundin til, at bara eitt vist slag av sagnorð-
um kunnu taka forskoytið endur-, er, at hesi
sagnorð hava ein serligan logiskan bygnað.
Teirra leksikalska representatión er annar-
leiðis enn tann hjá virkissagnorðum sum
renna, eta o.s.fr. og eisini øðrum sagnorð-
um, sum verða stutt umrødd undir 3. (Gerð-
arháttur).
Fróðskaparrit 48. bók 2001: 21-28