Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 15
ON »REVERSED« PRONUNCIATION IN THE FAROESE TJØRNUVIK DIALECT
19
sum standa lið um lið í orðinum, gerast
ólíkari. Petersen (1985; 1996) hevur við-
gjørt hetta fyribrigdið í vágamáli, men hini
bygdarmálini munnu vera lítið viðgjørd
hesum viðvíkjandi - bæði viðvíkjandi ljóð-
glopsinnskotinum og øvutum framburði.
Marius Staksberg, skrivarin hjá føroysku
málnevndini, sigur frá, at hann hevur lisið
tað øvuta skriftsniðið dragaði fyri dreyaði í
vágamáli.
Her er sostatt talan um tvinnanda gongd-
ir í málinum í V+V-røðini: ein gongur ímóti
tvíljóðan ([klei:ja], [fou:wa]) og ein gongur
ímóti ljóðfrálíking ([kli:ja], [fu:wa]). I báð-
um førurm er tó talan um ljóðglopsinnskot:
V + V —» VCV. Rischel (1961) er sera stutt-
orðaður um hesi viðurskifti:
“Vágar har forskel; men a/æ og á udtales her
[ei], [ou] i disse forbindelser, sml. [heijar]
hagar ‘derhen’, [fouwa]/úfl ‘fá’” (xxiii).
Rischel nevnir bert Vágar sum dømi um
tvíljóðanina, sum kemur fram í ljóðgloppi
í sambandi við orð, sum hava neutralt
stovnssjálvljóð við a-ending. Petersen
(1985: 11) sigur soleiðis um hetta fyri-
brigdið:
“í støðuni a/æ frammanfyri a í herðingaveik-
ari støðu hevur vágamál eitt tvíljóð /ej/, har
stómr partur av landinum annars hevur eitt e-
ljóð”.
Tað sama hendir við á framman fyri a í
vágamáli (sama kelda).
Vit kunnu siga, at hjáljóðið, sum kemur
inn í ljóðgloppið, líkist tí ljóði, sum stendur
vinstrumegin ljóðgloppið. Er ljóðið i-kent,
verður innskotið [j], er ljóðið w-kent, verður
innskotið w. Tað sama er galdandi í donsk-
um, sbr. orðini sige og luge — tað fyrra við
j-innskoti, tað seinna við w-innskoti. Tað
eru sostatt tær ljóðfrøðiligu kringumstøður-
nar, sum eru avgerandi: [j] við fortungu-
sjálvljóð og [w] við baktungusjálvljóð.
Øvutur framburður
Dømi um øvutan framburð eru: fleyga sum
[flø:a] og deyðar sum [dø:aj]. Slíkur “hyp-
erkorrektur” framburður kann greinast sum
eitt sosiologiskt ella málsálarfrøðiligt fyri-
brigdi, tí tjørnuvíkingar eru vitandi um
sín egna framburð av eitt nú haganum
[hekjanun], men kenna tað sum eitt sosialt
trýst frá øðrum bygdarmálum. Vit kunnu
kalla hetta fyri eitt stríð millum natúrligan
fonologiskan bygnað við VCV-røðini og
sosialt trýst frá øðrum málførum, tí tjørnu-
víkingar vilja ikki víkja frá tí “vanliga” før-
oyska framburðinum, og júst tá hendir sam-
anblandingin. Tá ið tjørnuvíkingar úttala a
sum [ei:] í hesum ljóðfrøðiligu umstøðum,
hendir tað, at upprunaligt a og upprunaligt
ey falla saman í framburði - munurin verð-
ur neutraliseraður. Og úrslitið er ein syn-
kretisma, eitt ljóðligt samanfall millum ey
og a, t.d. saga og seyða-, flaga og fleyga,
daga og deyða, plaga og pleyga. Hesin
[ei:]-framburður er atvoldin til, at bland
kemur í framburðin av upprunaligum a og
upprunaligum ey.
Vit hava omanfyri staðfest, at orð, sum
upprunaliga hava a [ea:] fáa [ei:]-framburð
í hesum ávísu ljóðfrøðiligu umstøðunum.
Nú hendir so tað beint øvuta: orð, sum hava
upprunaligt ey [ei:] fáa [e: ]-framburð. Á
henda hátt kanst tú hoyra tjørnuvíkingar
siga eitt nú [flø:a] fyri fleyga. Tú kanst eis-
ini hoyra orðsniðið deyðar [dei:jai] verða