Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 20
24
SAMANSETT SAGNORð Vlð ENDUR-
í eini ávirkandi umsagnarheild eins og
(10) Jóhan (endur)kannar málið
hevur Jóhan nóg mikið merkingarliga av
gerandaeginleikum, tí talan er um, í hvussu
so er (a), (b) og (c), og tí verður hann
grundliður í setningsskipanini. Hetta verð-
ur gjørt sum fylgja av argument valmegin-
regluni (en. Argument Selection Princip-
le)\
I sagnorðum við endur- og teimum
ósamansettu sagnorðunum, sum tey eru
leidd av, er tað soleiðis, at tann gerandi skal
hava tilvitsku, og tí eru summir setningar
merktir við # niðanfyri. Teir eru ikki bein-
leiðis ógrammatiskir, men eru ikki møgu-
ligir merkingarliga.
(1 la) Jóhan (endur)velur løgmann
(11 b) #Hundurin (endur)velur tíkina
(1 ld) #Húsini (endur)nýggja stólin
2.2. Tann tolandi
Til eru í minsta lagi fimm eginleikar, sum
velja út tann tolandi (Dowty 1991: 572).
Hesir eginleikar eru settir upp í 12a-e:
(12)
(a) broytir støðu
(b) stigvíst broytandi tema
(c) við vilja ávirkað av einum øðrum
tátttakandi
(d) støðubundið lutfalsliga í mun til flyting
av øðrum tátttakandi
((e) er ikki til uttan tilknýti til hendingina
el. til yvirhøvur)
Navnliðurin málið í (13) er greidliga tann
tolandi, tí tað uppfyllir treytirnar í í hvussu
so er (a), (b) og (c).
(13) Jóhan (endur)kannar málið
Ein treyt til tann tolandi/temuni í setningum
við endur- er, at tað ikki ber til at hava
fullkomiliga oyðilagdar lutir, og tí ber tað
ikki til at siga:
(14) #Jóhan endurdrakk mjólkina
tí tá øll mjólkin er drukkin, er ikki nakað
sum kann endurdrekkast.
3. Gerðarháttur
Her verður víst á, at gerðarháttur (tý. Ak-
tionsarten), sum eru teir tíðarligu eginleik-
arnir hjá sagnorðunum, hevur sítt at siga, tá
endur- verður lagt aftur at einum sagnorði.
Tað er tann logiski bygnaðurin í kausativ-
um ‘accomplishmenf sagnorðum, sum ger
av, hvørji sagnorð kunnu taka endur-, og
hvørji ikki kunnu gera tað, umframt tað at
ávís krøv eru til tann gerandi og tann tol-
andi eins og lýst í 2.1. og 2.2..
Mett hevur verið, at sagnorð kunnu být-
ast sundur eftir, hvørjir íbygdir tíðaregin-
leikar eru í sagnorðinum, og er hetta gerð-
arháttur (tý. Aktionsarten). Hetta gongur
aftur til Vendler (1957) og er her frá Van
Valin (1990) og Van Valin og LaPolla
(1997).
Teir grundleggjandi sagnorðaklassarnir
eru: støðusagnorð, virkissagnorð, íaccom-
plishmenfsagnorð og viðbragdarsagnorð.
Grundin til heitið viðbragdarsagnorð kem-
ur fram beint niðanfyri.