Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 16
20
UM ØVUTAN FRAMBURð ITJØRNUVIKSMALI
sagt [dø:aj]. Hetta hoyri eg deknin í Víkar
kirkju lesa tann 25. juli 1999. Hann er ætt-
aður úr Tjørnuvík, men býr í Vík. At úttala
fleyga sum [flq:a| og deyðar sum [dø:aj] er
dømi um øvutan framburð.
Øvutur framburður er sera sjáldsamur í
skrift og á prenti. Málsøguliga kunnu vit
staðfesta, at treingingin av upprunaligum
[e:] til [i:] er í nøkrum førum komin inn í
føroysku stavsetingina:
norrønt føroyskt
l^egja tiga
neðan niðan
vega viga
steðji stiði
Sbr. Rischel (1961: XXII): “Ved gl. e er ret-
skrivningen ofte fulgt med, sml. de ortogra-
fiske varianter vega, viga ‘veje’ svarende til
udtalen [ve:a/vi:ja]”. Hetta er tó ikki hent í
orðinum meðan, men dupultformarnir
[mi:jam/me:am] og [lo:a/lu:wa] síggjast
ikki aftur í stavsetingini; her hava vit bert
formarnar meðan og loga (ikki *miðan og
*luga).
Niðurstøða
I tjørnuvíksmáli (og aðrastaðni við) er
munurin millum <a/æ> og <ey> neutralis-
eraður framman fyri herðingarveikum <a>;
talan er eina synkretismu, eitt samanfall,
har ið úrslitið er [ei], og her verða víst nøk-
ur dømi úr tjørnuvíksmáli um øvutan fram-
burð; tað snýr seg um, at upprunaligt <ey>
verður realiserað sum [e : |. dømi: fleyga
verður framborið sum [ lle:aj og deyðar
sum [dø:aj].
Eg fari at takka Hjalmari R Petersen,
cand.mag. M.A., Eivindi Weyhe, lektara,
Helge Sandøy, professara og Mariusi
Staksberg, skrivara hjá føroysku málnevnd-
ini, fyri góð ráð og kritiskar viðmerkingar.
Bókmentir
Andreasen, P. og Dahl, A. 1997. Mállæra. Tórshavn.
Jakobsen, J. 1985 (1907). Diplomatarium Færoense. (2.
útg.). Tórshavn. Føroya Skúlabókagrunnur.
Kenstowicz, M. 1994. Phonology in Generative Gram-
mar. Blackwell Cambridge MA & Oxford UK.
Petersen, H.P. 1985. Vágamál. Exam.art.-ritgerð á
Føroyamálsdeildini. Óprentað.
Petersen, H.P. 1996. Vágamálføri. Fróðskaparrit 44: 5-
21.
Petersen, H.P.. bráinsson, H„ Jacobsen, J.íL., Hansen,
Z.S. 1998. Faroese. An Overwiev for Students and
Researchers. Óprentað.
Rischel, J. 1961. Om retskrivningen og udtalen i mo-
derne færøsk. í: Føroysk-donsk orðabók, XIII-
XXXVI). Tórshavn. Føroya Fróðskaparfelag.