Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 21
THE USE OF »ENDUR-« IN COMPOUND VERBS IN FAROESE
25
Millum støðusagnorðini, tað eru sagn-
orð, ið eru ódynamisk og tíðarliga óbundin,
eru: elska, vita, trúgva, hava. Hesi sagnorð
siga øll frá einu støðu.
Millum virkissagnorðini, ið eru dynam-
isk og eisini tíðarliga óbundin, eru at finna:
ganga, rulla, renna, ið øll siga frá einum
tilburði.
Viðbragdarsagnorð eru sovorðin, sum
siga frá eini broyting í einum andarhaldi, og
hava tey eitt tíðarligt endapunkt, eins og
fram kemur við bresta í ein ballón brestur.
Hon ger tað í einum andarhaldi, og her er
tíðarliga ein byrjan og ein endi í umsagnar-
heildini.
‘Accomplishment’sagnorð hava ikki eina
broyting, sum hendir innan eitt stutt andar-
hald. Heldur spennir tað yvir eitt vist tíðar-
skeið, men tey hava, eins og viðbragdar-
sagnorðini, eitt tíðarligt endapunkt, eins og
sæst í umsagnarheildini ísurin tiðnar. Tað
ger hann ikki upp á eitt andarhald. Heldur
fer tað at taka eina løtu, men tíðarliga er tal-
an um eitt endapunkt.
Til ber at finna út av, hvat slag eitt sagn-
orð er, við at seta ymiskt aftur at sagnorð-
unum. Hesar royndir eru at tinna í m.a. Van
Valin (1990) og Van Valin og LaPolla
(1997), og áhugaðum verður víst til hesar
heimildir.
Mett verður og próvgrundir eru í hesum
verkum givnar fyri, at teir grundleggjandi
sagnorðaklassarnir hava ein vissan logisk-
an bygnað, ið endurspeglar gerðarháttin.
Tann logiski bygnaðurin í eini støðuum-
sagnarheild eins og Jóhan trýr er (x) trýr’,
har variabulin (x) verður realiseraður sum
Jóhan í setningsskipanini.
Gev gætur, at tað eisini ber til at hava
Jóhan trýr konuni, sum tá hevur tann log-
iska bygnaðin (x, y) trýr’.
Tann logiski bygnaðurin í eini virkisum-
sagnarheild eins og: Jóhan rennur er: (x)
rennur’.
Tann logiski bygnaðurin í viðbragdar-
umsagnarheildum eins og ballónin brestur,
sum sigur frá eini hending, er: ingr brest-
ur’ (y). Ingr er stytting fyri ingressiv, og
skal hetta siga frá, at ein broyting hendir í
einum andarhaldi.
Tann logiski bygnaðurin í eini ‘accom-
plishment’umsagnarheild, sum sigur frá
eini tilgongd eins og í ísurin tiðnar er VERð-
UR tiðnaður’ (y). Her hendir broytingin
ikki í einum andarhaldi. Hon tekur tíð, men
- eins og við viðbragdarumsagnarheildum
- er talan um, at tey tíðarliga røkka einum
endapunkti.
Verður nú hugt at einum sagnorði eins og
(endur)kanna, er tað eitt ‘kausativt accom-
plishment’sagnorð. Tað er kausativt, tí ein
gerandi er til staðar, ið fremur gerðina. I
(15) Jóhan (endur)kannar málið
er tað Jóhan, sum fær el. er orsøkin til, at
málið verður endurkannað, og tann logiski
bygnaðurin í eini slíkari kausativari ‘ac-
complishment’umsagnarheild er: (x), (y)
fær [at VERðA endurkannað’, (y)]. Ab-
straktari ber til at siga, at tann logiski bygn-
aðurin er (x), (y) fær [at VERðA støða’,
(y)], sbr. (6a) og (6b).
Nú verða hesar umsagnarheildir lagdar á
upprunaleiklutirnar hjá tí gerandi og tí tol-
andi/temanum, og ein meginregla, ið kallað
verður argument valmeginreglan (en. The
Argument Selection Principle) (Dowty