Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 18
22
SAMANSETT SAGNORð Vlð ENDUR-
Áðrenn farið verður longri, skal nakað
stutt sigast um, hvussu ein umsøgn er bygd
upp, t.e. hvussu tann logiski bygnaðurin í
eini umsøgn er ella er mettur at vera. Hetta
verður eisini nevnt tann leksikalska repre-
sentatiónin hjá umsøgnini.
Av tí at ein umsagnarheild er bygd upp
av smærri eindum, kann hon takast sundur,
soleiðis at skilja at
(2a) Jóhan endurmálar húsini
(2b) Tað heita vatnið tiðnar ísin
eru bygdar um av eindunum í (3a, b)
(3a) (x), (y) fær [at VERðA málað’ (y)]
(3b) (x),(y)FÆR [at veróa tinað’ (y)]
málað’/tiðnað’ eru konstantar. Teir eru
oftast umsagnir og eru umboðandi fyri
merkingarnar at vera málaður og tiðnaður.
Tað at vera málaður/tiðnaður er ein støða,
sum skilir seg frá øðrum støðum ella hend-
ingum, t.d.
(4a) Jógvan rennur
(4b) (x) rennur’
fær at VERðA er ein frumeind í (3). Hon
stendur fyri eini kausativari broyting. Frá at
vera ómálað, illa málað ella treingja til at
málast, VERðA húsini málað. (x) og (y) eru
variablar, sum verða realiseraðir við teim-
um leksikalsku eindunum Jógvan og húsini
í (3). I (4b) er variabulin (x) realiseraður við
teirri leksikalsku eindini Jógvan.
Konstantarnir endurmálaður’/tiðnað-
ur’ eru umboðandi fyri eina støðu úti í
veruliga heimunum, sum er tað at verða
endurmálaður/tiðnaður.
Hetta kann berast saman við setn-
ingarnar í (5):
(5)
Vasin brotnaði [VERðuR brotin’ (y)]
Maturin kólnar [veróur kólnaður’ (y)]
Klæðini torna [veróa tornað’ (y)]
Umsagnirnar í (5) siga allar frá eini
broyttari støðu á sama hátt sum í (3), har
húsini broyta støðu frá at treingja til at
málast til at verða málað. Kortini manglar
tann kausativi parturin í (5). Setningarnir í
(5) verða nevndir, tí at teir allir undir einum
kunnu sigast at hava tann logiska bygnaðin
í (6a), meðan setningar eins og í (2a-b) hava
tann logiska bygnaðin í (6b)
(6a) [verúur støða’ (y)]
vasin brotnaði...
(6b) (x), (y) fær [at ver6a støða’ (y)]
Jóhan í Kollafirði endurmálar húsini...
Víst verður á í 3. (Gerðarháttur), at tað
m.a. er tann logiski bygnaðurin í umsagnar-
heildini, sum er avgerandi fyri, hvørji
sagnorð kunnu taka forskoytið endur-.
Tó er tað ikki bara tann logiski bygnað-
urin í (6b), sum hevur týdning. Nøkur ser-
krøv eru til tann gerandi og til tann tolandi/
temaðið, eins og tað fer at koma fram í 2.1.
og 2.2.
1. Val av fylliliði
Víst hevur verið á, at samansettu sagnorðini
við re- ‘endur-’ í enskum ikki taka annan
fyllilið enn ein navnlið (Carlson and Roe-
per, 1981). Dømini í (7a) til (7e) vísa, at tað
sama er galdandi fyri føroyskt.