Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 22
26
SAMANSETT SAGNORð Vlð ENDUR-
1991:576), ger, at tann gerandi verður lagd-
ur á grundliðsstandin, meðan tann tolandi
verður lagdur á ávirkistandin í setnings-
skipanini, sbr. fótnotu 3.
Sagnorðini til umrøðu her, t.e. sagnorð
við endur-, eru ávirkandi, og eru øll ‘ac-
complishment’sagnorð, og tann logiski
bygnaðurin er eins og nevnt: (x), (y) fær
[at VERðA støða, (y)].
(x) verður, tí tað hevur eginleikarnar hjá
tí gerandi (sí 2.1.), lagt sum grundliður eftir
ASP. (y), sum hevur eginleikarnar hjá tí tol-
andi, verður lagt, eftir ASP, á ávirkisstandin
í setningarliga partinum av málinum, og
sagnorð við endur- skulu hava bæði eitt (x)
og eitt (y), umframt at kravið til tann ger-
andi var, at hann hevði tilvitsku, meðan
tann tolandi og/el. temaðið ikki mátti verða
oyðilagt.
Hví ber tað ikki til at leggja endur- aftur
at eini støðuumsagnarheild eins og trúgval
Hví ber tað ikki til at siga (16a) og (16b)?
(16a) #Jóhan endurtrýr konuni
(16b) #Jóhan endusær konuna
Grundin er, at hesi sagnorð hava tann log-
iska bygnaðin trýr’(x, (y)) og sær’ (x, (y)),
(t.d. Jóhan sær (konuna)), og eitt sagnorð
skal hava bygnaðin (x), (y) fær [at VERðA
støða’, (y)], fyri at kunna taka endur-. Tí
ber heldur ikki til at leggja sama forskoyti
aftur at tiðna í
(17) ísurin tiðnar
tiðnar' (y)
Her er bara eitt (y), sum verður lagt yvir á
grundliðsstandin, sjálvt um tað hevur egin-
leikarnar hjá einum toldandi, tí setningar í
føroyskum skulu sum heild hava ein grund-
lið5. Eingin gerandi er, bara eitt (y), og end-
ur- kann ikki leggjast aftur at hesum sagn-
orði, umframt tað, at temaðið er oyðilagt.
Er ísurin tiðnaður, ber ikki til at endurtiðna
hann, og tíber (18) ikki til:
(18) #ísurin endurtiðnar
Tað ber til at hava eitt ósamansett kausativt
‘accomplishment’ sagnorð, ið hevur bæði
eitt (x) og eitt (y) eins og fram kemur í
(19b), og tað átti eisini at borið til at lagt
endur- aftur at hesum, men so er ikki, og
orsøkin er hon, at temaðið er oyðilagt.
(19a) Tað heita vatnið tiðnaði ísin
(x), (y) fær [at VERðA støða’,(y)]
(19b) #Tað heita vatnið endurtiðnaði ísin
(x) (y) fær [at VERðA støða’, (y)]
I eini virkisumsagnarheild eins og:
(20) Jóhan rennur
(x) rennur’
er bara eitt (x), sum verður lagt yvir á
grundliðsstandin.
Ein virkisumsagnarheild kann broyta
støðu sína til eina kausativa ‘accomplish-
ment’umsagnarheild, og tá skuldi ein trúð,
at endur- eigur at kunna leggjast aftur at
hesum sagnorðinum, tí tann rætti logiski
bygnaðurin er til staðar, umframt at tey
røttu krøvini eru til tann gerandi og at
temaðið eisini er her. Dømi um, at hetta er
so, sæst í (21a), (21 b) og (21c).