Fróðskaparrit - 31.12.2000, Blaðsíða 19
THE USE OF »ENDUR-« IN COMPOUND VERBS IN FAROESE
23
7a) Jóhan endumýggjar [NLhúsini]
7b) #Jóhan endursigur, [SbLat Marjunj
elskar seg^]
7c) #Jóhan endurnýggjar húsini [SbL at
verða góð]
7d) #Jóhan endurnýggjar [HL í dag]
7e) #Jóhan endumýggjar [NL húsini [L>,,
reyð]]3
Grundin aftan fyri hesar avmarkingar eru
tey serstøku merkingarligu krøv, sum verða
sett til tann tolandi og tann gerandi, og tann
logiski bygnaðurin, ið endur-sagnorð hava.
Hetta fer at koma greiðari fram í pørtunum,
sum koma.
2. Gerandi og tolandi
Ein ávirkandi umsagnarheild hevur vanliga
ein gerandi (en. Agent) og eitt tema, og/ella
ein tolandi (en. Patient).
Tann gerandi er tann, ið fremur gerðina,
meðan tann tolandi er tann el. tað, sum
gerðin gongur útyvir. Tema er tað, sum
flytist ella broytir støðu (Dowty, 1991:
548), og mangan falla tann tolandi og tema
saman.
Bæði ósamansett sagnorð og samansett
sagnorð kunnu hava ein gerandi og ein
tolandi/tema, og eingin munur er á hesum
báðum:
(8a) Jóhan málar húsini
(8b) Jóhan endurmálar húsini
í (8a) og (8b) er tað Jóhan, sum fremur
gerðina. Hann er tískil tann gerandi, meðan
tann, sum gerðin gongur útyvir, ella tað,
sum broytir støðu, eru húsini, ið eru tann
tolandi/temaðið.
2.1. Tann gerandi
Er tað soleiðis, at nóg mikið av geranda-
eginleikum eins og vilji ella tilvitska eru til
staðar, verður navnorðið lagt sum grundlið-
ur í setningaliga partinum av málskipanini.
Fram kemur í (Dowty 1991: 572), at tað eru
í minsta lagi fimm drøg, sum eru viðvirk-
andi til, at ein navnliður tekur upprunaegin-
leikan hjá einum gerandi. Sambært Dowty
er tað bara tann gerandi og tann tolandi,
sum hava nakran týdning fyri, hvat endar
sum grundliður og hvat endar sum ávirki í
setningaliga partinum av málskipanini. I
hvussu so er, tá talan er um grundlið og
beinleiðis ávirki.
Teir eginleikar, sum eru tilskrivaðir tí
gerandi og tí tolandi, standa ikki fyri seg
sjálvar. Talan er um eitt bundi av eginleik-
um. í (9) eru tað upprunaeginleikamir, sum
velja út tann gerandi. Um ein málslig eind
hevur nóg mikið av upprunaeginleikunum,
sum síggjast í (9), og tískil er ein uppruna-
gerandi, verður hetta lagt sum grundliður í
setningsskipanini. Mann líkasum telur upp
og kemur til eitt úrslit.
(9)
(a) viljandi verður íblandaður í hendingina
ella støðuna
(b) tilvitska (og/el. fatan)
(c) fær eina hending el. eina støðu at
broytast hjá einum øðrum tátttakandi
(d) flyting (lutfalsliga í mun til støðuna hjá
einum øðrum tátttakandi)
((e) er til uttan tilknýti til eina hending
nevnda í sagnorðinum)