Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 6
22
Nr. 4.
10. januar.
KUNNGERÐ
um
heimahjálp.
Eftir heimild í § 32 A í lóg nr. 56frá 15. mars 1967 fyri Føroyar um almenna forsorg
sum broytt við lóg nr. 224 frá 27. mai 1970, lógnr. 154 frá 24. apríl 1975 og lógnr. 541
frá 31. oktober 1977 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Almannastovan hevur fyrisitingina av heimahjálpini um hendi.
2. stk. Heimahjálparleiðarin, sum hevur dagligu leiðsluna, verður settur og loystur
úr starvi av landsstýrinum eftir ummæli frá Almannastovuni.
3. stk. Harafturat setir Almannastovan eftir tørvi og loysir úr starvi eftirlitsfólk at
vera heimahjálparleiðaranum til hjálpar og heimahjálparar.
§ 2. Heimahjálp verður veitt um allar Føroyar.
2. stk. Heimahjálparar hava fyrst og fremst skyldu at arbeiða í teirra bygd ella býi,
har teir búgva. men um tørvur er á tí eisini aðrastaðni.
§ 3. Heimahjálp kann verða veitt á trinnanda hátt:
I. Bráðfeingis heimahjálp kann verða veitt í styttri tíðarbili, tá húsmóðurini (hús-
faðirinum berst frá vegna sjúku, barnsburð ella eftirbata (hvíld). Hjálpin kann
vanliga ikki veitast út um 3 vikur, í serligum førum 6 vikur. Tá heilt serligar um-
støður eru til staðar, kann hjálpin veitast fyri longri tíðarskeið enn 6 vikur (av
somu orsøk), tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat
eitt avmarkað tíðarskeið. Uppgávan hjá heimahjálparanum er at røkja tað, sum
vanliga verður røkt av húsmóðurini (húsfaðirinum) í einum heimi.
II. Varandi heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt avlamis- og fólkapensjón-
istum, ið tørva hjálp í heiminum.
III. Heimahjálp kann verða veitt av og á til at avloysa fólk, ið heima taka sær av
brekaðum barni ella vaksnum.
§ 4. Tann, sum heldur tørvvera á heimahjálpí einum heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt,
lækni, sjúkrasystir, býráð/bygdarráð ella onnur, eigur at venda sær til eftirlitsfólkið á
staðnum ella til heimahjálparaleiðaran.
2. stk. Eftirlitsfólkið ella heimahjálparleiðarin ger síðani av í samráð við læknan, um
heimahjálp kann verða játtað, og í hvussu langa tíð og hvussu nógvar tímar um vikuna
heimahjálpin verður at veita.
§ 5. Um ein er ónøgdur við eina avgerð, sum eftirlitsfólkið hevur tikið, kann avvarð-
andi kæra avgerðina til Almannastovuna innan ein mánaða eftir, at avgerðin er tikin.
2. stk. Ein avgerð hjá Almannastovuni hesum viðvíkjandi kann kærast til Føroya
Landsstýri innan ein mánað eftir at avgerðin er tikin.
§ 6. Heimahjálparar og eftirlitsfólk verða lønt fyri teir tímar, teir eru í arbeiði, við