Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 31
Nr. 18.
11. februar.
KUNNGERÐ
um
norska fiskiveiðu á landleiðini eftir makreli í 1983.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiu á land-
leiðini er í 1983 loyvt skipum, skrásett og heimahoyrandi í Noregi at reka fiskiskap á
landleiðini uttanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum eftir makreli við nót.
§ 2. Loyvda veiðan er 12.000 tons.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
1) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhesta-
kreftir og veiðuhátt,
2) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina,
4) skipið sigur dagliga fyrrapartin Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 0700
GMT, og frá dagligu veiðuni,
5) skipið fylgir vegleiðingunum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni, og
6) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd.
§ 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 5. Fiskiskapurin eftirmakreli(Scomberscombrus), iðerminnienn 30cm, máldur
fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir
vekt í eini last vera undirmátsfiskur.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og herafturat kann allur
fiskireiðskapur og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rind-
ingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum er
skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 11. februar 1983.
Olaf Olsen
landsstýrismaður /Arni Olafsson