Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 33
49
Nr. 20.
11. februar.
KUNNGERÐ
um
serlig tiltøk til vernd av ungfiski.
Við heimild í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum, serstakliga
løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 1982 um fiskiveiðu á-landleiðini hevur Føroya landsstýri
saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1. Við tí endamáli betur at verja ungfiskin í fiskastovnunum á landleiðini fær Fiski-
rannsóknarstovan heimild til at áseta bráðfeingis bann fyri ávísum veiðihættum við
Fiskiførum á avmarkaðum leiðum á landleiðini.
§ 2. Skiparar á fiskiførum, ið reka fiskiskap á landleiðini, hava skyldu til alt fyri eitt
at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um so er at íblandingin av ungfiski í veiðu
teirra av ávísum fiskasløgum er størri enn tað hámark, ið ásett verður sambært
reglunum í § 3. Hesir skiparar hava somuleiðis skyldu til at upplýsa um íblandingina av
ungfiski, tá ið Vaktar- og Bjargingartænastan biður um tað. Somuleiðis hevur Vrak-
arastovnurin skyldu til at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá landingum við ov
stórari íblanding av ungfiski, og av hvørji fiskileið, veiðan er komin. Eisini hevur
Vaktar- og Bjargingartænastan skyldu til við millumbili at kanna íblandingina av ung-
fiski í fiskiførum.
§ 3. Fiskirannsóknarstovan ásetir út frá besta vísindaliga grundarlagi, ið tøkt er, eitt
hámark fyri ta íblanding av ungfiski, ið tolast kann í veiðu á landleiðini uttan at hava
avgerandi ávirkan á úrtøkuna úr ávísum stovni.
2. stk. Fiskirannsóknarstovan boðar í serligari kunngerð frá, hvat ið skiljast skal við
heiti »ungfiskur« av ávísum fiskasløgum og hámarkið fyri, hvussu stórur partur av
veiðuni kann umfata ungfisk.
§ 4. Tá ið Vaktar- og Bjargingartænastan fær fráboðan sum nevnt í § 2 ella á annan
hátt verður var við ov stóra íblanding av ungfiski, skal hon alt fyri eitt seta seg í
samband við Fiskirannsóknarstovuna. Tá ið Fiskirannsóknarstovan biður um tað,
skal Vaktar- og Bjargingartænastan so skjótt sum til ber senda eftirlitsfólk til fiskifør,
ið fiska á teirri fiskileið, haðani fráboðan um ov stóra íblanding av ungfiski er komin,
og kanna málið nærri. Vaktar- og Bjargingartænastan skal síðani beinanvegin geva
Fiskirannsóknarstovuni frágreiðing um íblandingina av ungfiski.
2. stk. Tá ið Vaktar- og Bjargingartænastan hevur fingið fráboðan um ov stóra
íblanding á eini ávísari fiskileið, skal hon alt fyri eitt boða teimum fiskiførum, ið royna
á viðkomandi fiskileið, frá hesum.
§ 5. So skjótt sum Fiskirannsóknarstovan heldur málið vera nóg væl lýst, skal hon
taka avgerð um, hvørt viðkomandi fiskiveiða á viðkomandi øki skal verða steðgað.
Økið, ið stongt verður, skal ikki vera størri enn mett verður neyðugt til tess at sleppa
undan eini íblanding av ungfiski, ið er størri enn ásett.
7 — Kunngerðasavn 1983