Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 10
26
Nr. 5.
12. januar.
Reglugerð og fundarskipan
fyri
umboðsráðið fyri Tryggingarsambandið Føroyar.
Við heimild í §§ 5 og 6 i løgtingslóg nr. 24 frá 28. mars 1956 um trygging hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Eftir samtyktunum fyri Tryggingarsambandið Føroyar, samtyktar av umboðs-
ráðnum og nevndini 27. september 1957 og góðkendar av landsstýrinum 15. januar
1958, hevur umboðsráðið hesar uppgávur:
1) at taka støðu til ársroknskapirnar fyri samtak og deildir, sbr. § 16,
2) at velja ein lim í nevndina, sbr. § 5,
3) at áseta samsýningina hjá nevndarlimum, sbr. § 8,
4) at áseta løn stjórans, tá ið hann verður settur og møguligar lønarbroytingar seinni,
alt eftir tilmæli frá nevndini, sbr. § 9,
5) at velja grannskoðarar, sbr. § 6,
6) at ansa peningaognum samtaksins, sbr. §§ 15 og 17, og herafturat at umrøða onnur
mál, samtaki og deildum viðv. og geva nevndini møgulig tilmæli í hesum málum.
§ 2. Nevndin í hvørjari deild í tryggingarsamtakinum velur ein lim í umboðsráðið.
Nevndarlimur ella starvsfólk í samtakinum ella deildum tess kann ikki vera limur í
umboðsráðnum.
2. stk. Triðja hvørt ár fer ein limur úr umboðsráðnum, við lutakasti verður avgjørt í
hvørjari raðfylgju. Afturval er loyvt.
§ 3. Nevnd og stjóri í tryggingarsambandinum hava rætt og skyldu at luttaka á ráðs-
fundi, almenna eftirlitið hevur fundarrætt.
§4. A fyrsta fundi á hvørjum ári skipar umboðsráðið seg við formanni og næst-
formanni. Berst formanni frá, kemur næstformaðurin í hansara stað.
2. stk. Fundur er viðtøkuførur, tá ið meira enn helvtin av limunum eru á fundi.
Verður avgerð tikin við atkvøðugreiðslu, ræður meirilutin av teimum, sum eru á fundi.
Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
3. stk. Limur kann ikki taka lut í atkvøðugreiðslu í máli millum hann og tryggingar-
sambandið ella deildirnar.
§ 5. Ársfund sín hevur umboðsráðið, tá ið nevndin fyri tryggingarsambandið leggur
grannskoðaðu ársroknskapirnar fyri samtak og deildir fyri umboðsráðið til góðkenn-
ingar ikki seinni enn 1. juni á hvørjum ári. Á ársfundinum verða ársroknskapirnir
gjølliga viðgjørdir og undirskrivaðir av umboðsráðnum.
2. stk. Umboðsráðið hevur fund í minsta lagi fýra ferðir um árið og annars, tá ið
minst 2/3 av limum umboðsráðsins biðja um fund. Eyka fundir verða hildnir, tá ið nevnd
tryggingarsambandsins við tilskilaðum fundarevni krevur tað.
3. stk. Hvørja ferð nevndirnar í tryggingarsambandinum ella deildum tess hava havt