Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 19
35
16 fjórðingar frá grundlinjunum millum 195° rættvísandi úr Akraberg-vita
(61°38’48” N06°58’30” V).
f. I tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 24 fjórð-
ingar frá grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trælanípuni (62°01’12” N
07°13T2” V) og breiddarstigið 61°55’00” N.
g. I tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. december, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og
17 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvisandi úr Mykineshólmi (vit-
anum) (62°05’50” N 07°40’25” V) og 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62° 19’ 17” N
07°05’28” V).
h. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, á leiðini
millum 16 og 22 fjórðingar frá grundlinjunum og millum 0° rættvísandi úr Kun-
oyarnakki (62°22’00” N 06°41’00” V) og 5° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27” N
06°15’00” V).
i. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, á økinum
millum linjur drignar millum hesi 4 støðini og í hesari raðfylgju:
1. 61°26’00” N 08°07’00” V,
2. 61°35’00” N 08°07’00” V,
3. 61°35’00” N 07°50’00” V,
4. 61°21’00” N 07°44’00” V.
§ 2. EEC-skipum er loyvt at veiða hesar nøgdir (ósløgdur fiskur):
1.100 tons av toski,
1.100 tons av hýsu,
3.500 tons av upsa,
4.800 tons av kongafiski,
4.500 tons av blálongu,
500 tons av longu,
400 tons av brosmu,
300 tons av flatfiski,
500 tons av ymiskum fiskasløgum.
§ 3. Treyt fyri at inna fískiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) skipið hevur fíngið fiskiloyvi,
2) landsstýrið (fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapurin verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, BRT og NRT, maskinhestakreftir og
veiðuhátt,
3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina, og um hvat ætlanin er at veiða og
4) upplýsir talið á trolum við loyvdari meskavídd, talið á heilum trolum og trollutum
so sum bellum, trolposum og netastykkjum við smærri meskum enn teimum
loyvdu,
5) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað eftir
fiskasløgum og nøgd,
6) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00
GMT, og at
7) skipið sigur fískivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd, hvørt fiskaslagið sær.