Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 78
94
Nr. 33.
30. mars.
KUNNGERÐ
um
eina standard hýruvognsreglugerð.
Við heimild í løgtingslóg nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring hevur
landsstýrið gjørt fylgjandi standard hýruvognsreglugerð, sum eftir ynski frá eini ella
fleiri kommunum kann setast í gildi har við ella uttan broytingar:
Hýruvognsloyvir.
§ 1. Til at reka vinnuligan fólkaflutning við motorakfari góðkent og innrættað til
flutning av í mesta lagi 9 persónum, førarin viðroknaður, krevst loyvi. Hetta er tó ikki
galdandi, um akfarið einans verður nýtt til sjúkraflutning ella rutukoyring, smbr.
løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
§ 2. Loyvir eftir § 1 verða givin av bygda(r)- /býráðnum aftaná at loyvi hevur verið
lýst leyst og umsóknirnar hava verið til ummælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi.
Hýruvognsloyvi skal gevast honum, sum bygda(r)- /býráðið metir er best skikkaður,
og sum hevur førarabræv til fólkaflutning móti gjaldi. Loyvið er galdandi fyri koyring í
og út frá kommununi.
2. stk. Har tað letur seg gera, skal loyvi treytast av, at tað verður nýtt til fulltíðar-
vinnu.
3. stk. Bygda(r)- /býráðið ásetir talið av loyvum í kommununi eftir
1) talinum av longu fyriliggjandi vinnuloyvum og nýtsluni av hesum,
2) tørvinum á eini rímiligari tænastu hjá íbúgvarum í kommununi.
3) møguleikanum fyri rímiligari inntøku hjá teimum vinnurekandi.
4. stk. Loyvini verða givin fyri 5 ár í senn og kunnu endurnýggjast um loyvishavarin
ikki grovt ella oftani hevur brotið sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í
loyvinum.
§ 3. Loyvi kann bert gevast einstaklingum. Ein persónur kann bert fáa eitt loyvi
umfatandi ein hýruvogn. Einstaklingur kann tó fáa fleiri loyvir, um so er, at tørvur er á
fleiri hýruvognum, uttan at aðrir umsøkjarar eru.
2. stk. Loyvið er persónligt og kann hvørki heilt ella lutvíst handast øðrum við sølu,
láni, leigu, pantseting, fíggjartøku, arvi ella á annan hátt. Við deyða loyvishavarans
kann tó loyvast, at hjúnafelagi hansara brúkar loyvið í eina nærri ásetta tíð. Loyvt er at
hava avloysara at koyra vognin.
§ 4. Eitt hýruvognsloyvi kann takast aftur, um tað í meira enn 3 mánaðir ikki hevur
verið í nýtslu.
2. stk. Eftir umsókn kann loyvishavarin sleppa undan at nýta eitt loyvi í nærri ásetta
tíð. Loyvið skal tá latast inn til bygda(r)- /býráðið.
Innrætting v.m.
§ 5. Einki motorakfar má nýtast til hýruvognskoyring, fyrr enn tað er góðkent av
bileftirlitinum til tílíka nýtslu.