Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 13
29
Nr. 7.
21. januar.
Reglugerð
viðvíkjandi
minkahaldi.
Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 78 frá 21. mai 1982 um loðdjórahald hevur landsstýrið við
góðkenning lógarnevndarinnar fyrisett:
§ 1. Landbúnaðarráðgevarin hevur eftirlit við minkagørðum og at henda reglugerð
verður hildin. Eftirlitið fer fram ikki færri enn tvær reisur um árið.
§ 2. Tá minkur verður innfluttur, skal landsdjóralæknin vissa seg um, at við mink-
inum fylgja tær kravdu váttanir og aðrar upplýsingar, sum treytaðar vórðu, táið inn-
flutningsloyvið varð givið.
2. stk. Minkurin verður beinan vegin settur í sóttverju. Sóttverjan varar so leingi,
sum landsdjóralæknin heldur tað vera neyðugt, tó ikki styttri enn 12 mánaðir. Ikki er
loyvt at selja, geva ella á annan hátt avhenda mink úr garðinum, meðan sóttverjan
stendur við, og ikki fyrr enn landsdjóralæknin loyvir. Tann, sum hevur dýrini um
hendur, skal uttan drál lata landsdjóralæknan vita, um sjúka tekur seg upp, og øll ræ
av deyðum minki skulu sendast til kanningar eftir fyriskipan landsdjóralæknans.
3. stk. So leingi landið ikki hevur hóskandi sóttverjustøð, hevur eigarin skyldu at
útvega hesa og hava dýrini í sóttverju fyri egna rokning og ábyrgd.
§ 3. Tann, sum ætlar at byrja minkahald, skal senda landsstýrinum umsókn um at
fáa loyvi. Við umsóknini skulu fylgja greiniligar upplýsingar um bygging, bygnings-
hátt, hvar garðurin skal standa, og hvussu nógvan mink ætlanin er at hava á garðinum.
Eisini skal við umsóknini fylgja ummæli frá bygdar- ella býráð, friðingar- og heilsu-
nevnd. Góðkenning frá landsstýrinum verður treytað av, at minkahald ikki byrjar fyrr
enn allar treytir eru loknar, jbr. § 4, og at prógvað er, at fyri dagliga rakstrinum stendur
fólk við ið hvussu er eitt ára roynd í ansing, fóðurgeving og viðferð av minki.
2. stk. Til at byggja aftur at minkagarði krevst loyvi frá landsstýrinum. Ikki er loyvt
at nýta tað, sum bygt er afturat, ella nýbygningar, fyrr enn búnaðarráðgevarin ella
umboðsmaður hansara hevur góðkent byggingina.
§ 4. Garðar til minkahald skulu hava trífalda verju: Búr, hús og gyrðing, umframt
fellur, glúpar og tengur v.m.
a) Netbúr: Minkabúr skulu vera úr metal-neti, dupult galvaniserað ella tilsvarandi
haldgott metal, meskavídd 1” x 1” nr. 15 og botntráður l*/2” x 1” nr. 15. Millum
búrini skal vera tvífalt net, meskavídd */2” x 1” nr. 16. Meskavídd og tráður verður
annars soleiðis, sum standardframleiðslan er. Búrini skulu vera ið hvussu er 30 x 40
x 90 cm til hvølpar 23 x 43 x 90 cm til tíkar og 30 x 43 x 90 cm til alibúr.
b) Djóratætt hús: Húsið skal setast á grund úr skervbetong, metali, rotvardum timbri
ella øðrum haldgóðum tilfari, sum er grivin niður á hellu ella, har sum fast er undir,
ið hvussu er 40 cm niður. Við útrokning av grund skal vera roknað við ið hvussu er
vindágangi 150 kg/m2. Takt skal vera við galv, plátum ella tilsvarandi sterkum til-