Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 38
54
Nr. 24.
10. mars.
KUNNGERÐ
um
EEC-fískiveiðu á landleiðini eftir makreli í 1983.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á land-
leiðini er í 1983 loyvt 10 skipum, skrásett og heimahoyrandi í EEC-londum at reka
fiskiskap á landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum eftir makreli við nót.
§ 2. Loyvda veiðan er 3.500 tons.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
2) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fískiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhesta-
kreftir og veiðuhátt,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina, og um hvat ætlanin er at veiða og
4) skipið upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað
fiskaslag og nøgd,
5) skipið sigur dagliga fyrrapartin Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 0700
GMT, og frá dagligu veiðuni,
6) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd.
§ 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scombrus), ið er minni enn 30 cm, máldur
fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir
vekt í eini last vera undirmátsfiskur.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og herafturat kann allur
fiskireiðskapur og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rind-
ingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum er
skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi beinan vegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 10. mars 1983.
Pauli Ellefsen
løgmaður /Arni Olafsson