Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 318
334
og 16 fjórðingar frá grundlinjunum millum 195° rættvísandi úr Akraberg-vita
(61°23’38”N 06°40’15”V) og 240° rættvísandi úr Ørnanípuni (61°38’48”N
06°58’30”V).
f. I tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 24
fjórðingar frá grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trælanípuni
(62°01T2”N 07°13T2”V) og breiddarstigið 61°55’00”N.
g. I tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12
og 17 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Mykineshólmi
(vitanum) (62°05’50”N 07°40’25”V) og 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19T7”N
07°05’28”V).
h. í tíðarskeiðinum 1. november til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á leiðini
millum 16 og 22 fjórðingar frá grundlinjunum og millum 0° rættvísandi úr
Kunoyarnakki (62°22’00”N 06°41’00”V) og 5°, rættvísandi úr Bispinum
(62°20’27”N 06°15’00”V).
i. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á økinum
millum linjur drignar millum hesi 4 støðini og í hesari raðfylgju:
1. 61°26’00”N 08°07’00”V,
2. 61°35’00”N 08°07’00”V,
3. 61°35’00”N 07°50’00”V,
4. 61°21’00”N07°44’00”V.
§ 2. EEC-skipum er loyvt at veiða hesar nøgdir (ósløgdur fiskur):
1.200 tons av toski og hýsu,
3.500 tons av upsa,
5.100 tons av kongafíski,
4.500 tons av blálongu,
500 tons av longu,
400 tons av brosmu,
660 tons av flatfiski,
500 tons av ymiskum fiskasløgum.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
2) landsstýrið (fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapurin verður byrjaður, fær boð
um navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havna-
skrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longd, BRT og NRT,
maskinhestakreftir og veiðuhátt,
3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á
lanđleiðina, og um hvat ætlanin er at veiða og
4) upplýsir talið á trolum við loyvdari meskavídd, talið á heilum trolum og
trollutum so sum bellum, trolposum og netastykkjum við smærri meskum enn
teimum loyvdu,
5) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað eftir
fiskasløgum og nøgd,
6) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 0700
GMT, og at
7) skipið sigur fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis
uppgevur met yvir veiðunøgd, hvørt fiskaslagið sær.