Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 123
139
8. Beinmjøl, blóðmjøl og kjøtfóðursmjøl við veterinerváttan, at vøran hevur verið
hitaviðgjørd til minst 100° C.
2. stk. Vørurnar eftir 1. stk. skulu vera soleiðis merktar, at tær týðiliga samsvara við
upprunaváttanina.
§ 7. Ikki er loyvt at taka í land frá skipi ella flogfari matleivdir, uttan at tær verða
tryggjandi fyribeindar, brendar, søktar ella niðurgrivnar.
§ 8. Landsdjóralæknin kann við neyðugum fyrivarni fyri smittu eftir tilmæli frá
húsdjóranevndini eftirlíka undantaksloy vi til innflutning av sáð og trodnum eggum av
øllum djórum, tá ið áneyðir eru.
§ 9. Landsdjóralæknin kann eftirlíka undantaksloyvi til innflutning av koppingar-
evnum (vaksinu og serum) til djór og hevur umsjón við goymslu og nýtslu av hesum.
§ 10. Tað er forboðið at innflyta til Føroya hoyggj, hálm og tøð av djórum og
fuglum.
2. stk. Landsdjóralæknin kann eftirlíka undantaksloyvi at innflyta hoyggj og hálm
til fóðurs, tá ið veterinerváttan fæst fyri, at ávísar sjúkur, ið kunnu berast við hoyggi og
hálmi, ikki eru á staðnum, sum hoyggið og hálmurin stava frá.
3. stk. Hoyggj og hálmur, ið kemur til Føroya sum innpakningur um vørur, skal
brennast beinan vegin, tá ið vøran er pakkað út.
§ 11. Tað er forboðið til Føroya at innflyta fóður til djór og flogfenað í brúktum
sekkjum ella øðrum brúktum pakkitilfari.
§12. Tað er forboðið at innflyta brúkt amboð til landbúnað og húsdjórahald uttan
so, at veterinerváttan fylgir við, at vørurnar eru tryggjandi sóttreinsaðar áðrenn av-
skiping.
§ 13. Avgerðir landsdjóralæknans eftir hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrið.
§ 14. Tollverkið, gjaldstovan og innflytararnir hava eftirlit við, at neyðugar váttanir
eru við vørum, áðrenn tær verða avgreiddar og útflýggjaðar.
2. stk. Innflytarin ber allar útreiðslur, sum standast av hesi fyriskipan.
§ 15. Bort móti hesi kunngerð verður revsað eftir lógini.
§16. Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 1983. Samstundis fara úr gildi kunngerð
nr. 86 frá 27. apríl 1927 um innflutning til Føroya av húsdjórum, kunngerð nr. 50 frá
25. september 1959 um innflutning av seyðarhøvdum og kunngerð nr. 15 frá 4. mai
1970 um innflutning av djórum.
FØROYA LANDSSTÝRI, 26. mai 1983.
Anftnn Kallsberg
landsstýrismaður
/J. Djurhuus