Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 87
103
Umafturskoðan.
§ 28. Bileftirlitið kann loyva, at akfarið verður umafturskoðað innan ásetta freist (2.
skoðan) á sama stað við tí fingna fráboðanarblaðnum sum grundarlag, um so er at tað
ikki alt fyri eitt kann verða góðkent, ella tað kann verða góðkent við teimum ávístu
brekum, verða tey umvæld sum skjótast.
2. stk. Bileftirlitið kann loyva, at akfarið verður skoðað enn eina ferð (3. skoðan) við
fráboðanarblaðnum frá 1. skoðan sum grundarlag, hevði tað bert smávegis brek, tá ið
tað varð skoðað 2. ferð.
3. stk. Tó verður góðkenning noktað beinan vegin, um mett verður, at tað í royndum
er ógjørligt at væla um brekini, ella tað krevur djúptøkna umvæling, ella um fráboðarin
ella tann, ið letur akfarið inn til skoðanar, noktar at lata akfarið skoða umaftur.
§ 29. Akfar, sum hevur fingið freist setta til nýggja skoðan sambært § 28, kann verða
loyvt at koyra so mikið, sum neyðugt er í sambandi við umvælingina, áðrenn tað er sett
í fyriskipaðan stand. Bileftirlitið kann seta treytir fyri koyring til umvælingar og kann
eisini seta bann fyri tílíkari koyring. Treytir ella forboð fyri koyring til umvælingar
skulu standa á listanum yvir brek.
§ 30. Skiftir akfarið eigara (nýtara) eftir fyrstu skoðan, kann tað verða skoðað av
nýggjum við fráboðanarblaðnum, ið inn varð latið til fyrru skoðan, sum grundarlag.
C. Skoðanin lokin.
1. Akfarið kann góðkennast.
Váttan um góðkenning.
§ 31. Kann akfar góðkennast, verður tað váttað á fráboðanarblaðnum. Bileftirlitið
skal dagfesta hesa váttan. Fráboðanarblaðið og onnur skjøl, sum inn eru latin, og
møguligar nýggjar váttanir, sbr. § 32-33, verða latin fráboðaranum aftur.
Koplingarváttanir.
§ 32. Koplingarváttan verður skrivað:
1) tá ið motorsúkkla verður góðkend til samankoplingar við síðuvogn,
2) tá ið dragandi akfar verður góðkent til samankoplingar við fleiri ávís viðfest
akfør,
3) tá ið dragandi akfar í serligum førum verður góðkent til samankoplingar við ikki
ásett tal av eins viðfestum akførum,
4) tá ið lastbilur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við føroyskar og út-
lendskar leguvognar,
5) tá ið leguvognur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við lastbilar,
6) tá ið persónbilur ella vørubilur verður góðkendur til óskoðaða samankopling við
viðfestan vogn, húsvogn ella annað skrásetingarskyldugt viðfest amboð.
2. stk. Akstjórin skal hava koplingarváttanina, Ijósprent ella váttað avrit av henni
uppi á sær, meðan hann koyrir akfarið.
Koplingartilskilan.
§ 33. í sambandi við góðkenning av akfari til koyring við íkoplaðnum (dragandi)
akfari skal Bileftirlitið eftir áheitan skriva koplingartilskilan við upplýsingum frá
fráboðaranum sum grundarlag. I hesi tilskilan skulu vera upplýsingar um slag av
akfari og íkoplingarútbúnað. í tilskilanini skulu vera upplýsingar, sum vísa, um