Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Qupperneq 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Qupperneq 11
95 Samferðsla Serflutningsskipan (Nýtt rakstrarstað) EYJ 380 Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.) Nr. 53 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingsióg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 11 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna verða gjørdar hesar broyt- ingar: 1) § 1, stk. 3, verður orðað soleiðis: »Asetingin í lógarinnar § 1, stk. 1, fevnir ikki um løgtingsformannin, men verður hann løntur í 39. lønarflokki í tænastumannalógini, tó fær løgtingsformaðurin ikki fundarpening.« 2) § 1, stk. 4, verður orðað soleiðis: »Formenninir í løgtingsnevndunum sbrt. §§ 25 og 26 í Tingskipan Føroya Løgtings og næst- formenninir í formansskapi løgtingsins fáa kr. 30.000 árliga. Formenninir í løgtingsnevndum sbrt. § 27 í Tingskipan Føroya Løgtings fáa kr. 2.500 um mánaðin.« 3) Sum nýtt § 1, stk. 5 verður sett: »Næstformenninir í løgtingsnevndum fáa dup- ultan fundarpening, tá teir taka við sum for- menn sambært Tingskipan Føroya Løgtings, tað sama er galdandi, tá teir virka sum skrivarar í nevndini.« 4) § 1, stk. 6 verður orðað soleiðis: »Limimir í løgtingsnevndunum sbrt. §§ 25-27 og næstformenn í formansskapinum fáa fund- arpening eins og tænastumenn landsins fyri fundir, ið hildnir verða teir dagar, tá tingið ikki hevur fund. Er talan um fleiri fundir ein dag, kann samlaði fundarpeningurin ikki fara upp um fundarpening fyri ein dag eftir galdandi reglum.« 5) § 1, stk. 7, verður soljóðandi: »Tá løgtingsmaður hevur fingið farloyvi sbr. reglunum í Tingskipan Føroya Løgtings, verð- ur løn bert veitt í farloyvistíðini, um løgtings- skrivstovustjórin fær: a) læknaváttan um, at løgtingsmaðurin hev- ur verið sjúkur í farloyvistíðini. b) avrit av ferðaloyvi frá løgtingsformann- inum, sum sýnir, at løgtingsmaðurin verður ella hevur verið uttanlands í løg- tingsørindum í farloyvistíðini.« §2. Henda lóg fær gildi frá 29. juli 1995. Stk. 2. Broytingin viðvíkjandi samsýning til fíggjar- nevndarformannin fær tó gildi frá 1. juni 1996. Til henda broyting fær gildi, hevur § 1, stk. 3 í løgtings- lóg nr. 11 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftir- løn løgtingsmanna framvegis gildi viðvíkjandi oman- fyrinevndu samsýning. Stk. 3. Allur tann danski teksturin verður strikaður. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.