Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Síða 18
102
Nr. 63
20. mai
Løgtingslóg
um
royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað at seta royndar-
skipan innan eldrarøkt í verk í Sandoynni. Endamálið
við royndartiltakinum er at royna eina skipan, sum
sameinir røktarheimsrakstur og heimarøkt.
Stk. 2. f royndartíðini lata luttakandi kommunur í
oynni landsstýrinum eindimar í Skálavík, heima á
Sandi og Skopun ókeypis til nýtslu.
Stk. 3. Royndartíðin er sett til 5'L ár, og er galdandi
frá 1. juli 1996 og fer úr gildi 31. desember 2001.
§ 2. Roynđartiltakið verður skipað soleiðis, at røktar-
heim verður heima á Sandi, meðan eindimar í Skála-
vík og í Skopun verða nýttar til eldrasambýlir.
Stk. 2. Royndartiltakið verður rikið sum landsstovn-
ur, og fyriskipað undir Almannastovuni, sum hevur
ábyrgdina av dagliga rakstrinum.
§ 3. Royndartiltakið inniber, at landsstýrinum verður
heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá áseting-
unum í
§ 3 í løgtingslóg nr. 125 frá 21. mai 1993 um býtið av
almannaútreiðslum v.m. og §§ 27 og 28 í lógarkunn-
gerð Almannamálaráðsins frá 2. mars 1988 um
fólkapensjón við seinni broytingum.
Stk. 2. Landsstýrið ásetir í kunngerð nærri reglur við-
víkjandi upptøku á stovni og sambýli, gjaldsreglur
fyri búfólk, dagligu leiðsluna, fíggjarviðurskifti o.l.
§ 4. Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar
avgerðir hjá leiðsluni av royndarskipanini, ið
viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kærast
til Kærunevndina í almannamálum, jb. § 6, stk. 3 í
løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í
almannamálum.
§ 5. Útreiðslumar til royndarskipanina verða í fíggj-
arárinum 1996 hildnar innan fyri játtanimar til
røktarheim og heimarøkt. Frá fíggjarárinum 1997
verður játtan at avseta á serligt rakstrarstað til roynd-
arskipanina.
§6.
Henda lóg fær gildi 1. juli 1996.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Andreas Petersen (sign.)
Nr.64
20. mai
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1.
í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan
fiskiskap við seinni broytingum, verða gjørdar hesar
broytingar:
1) f § 9 verður stk. 2 orðað soleiðis:
»Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð
at áseta reglur um:
1) hvussu fiskiskapurin skal fara fram,
2) minstamát,
3) friðað øki og friðingartíðir, undantikið tey,
ið nevnd em í § 9a,
4) fiskireiðskap og nýtslu hansara og veiði-
hættir.«
2) Sum nýggj § 9 a verður sett:
»§ 9 a. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella
líknandi neti er ikki loyvd í teimum tilskilaðu
tíðarskeiðunum og leiðunum:
Alt árið innanfyri linjur drignar 12 fjórðingar frá
gmndlinjunum. Frá forboðnum em tó tey
fiskifør undantikin, ið hava serloyvi til troling
og royndir, sum Fiskirannsóknarstovan skipar
fyri.
a) I tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember,
báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka inn-
anfyri linjur, drignar millum hesi 7 støðini