Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Qupperneq 37

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Qupperneq 37
121 Nr. 78 28. mai KUNNGERÐ um aktivering av forsorgarstuðli Við heimild í § 10, stk. 4 í »Lov for Færøeme om offentlig forsorg« (forsorgarlógini), smb. lógarkunn- gerð nr. 100 frá 2. mars 1988, við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Henda kunngerð fevnir um fólk undir 27 ár, sum fáa hjálp eftir § 9, stk. 3 í forsorgarlógini. Landsstýrið kann eftir umstøðunum loyva, at eisini fólk yvir 26 ár koma undir skipanina. § 2. Aktivering av forsorgarstuðli fer fram við at tað kemur at standa fólki í boði at vera við í verkætlan- um. Miðast skal ímóti, at tann einstaki skal fáa fleiri verkætlanir at velja ímillum. Stk. 2. Tíðin ein er við í verkætlanum eigur at vera 6 mánaðar um árið. Stk. 3. Frá tí at umsøkjari fyrsti ferð vendir sær til Al- mannastovuna um hjálp eftir § 9, stk. 3 í forsorgar- lógini, eigur ikki at ganga meira enn 3 mðr. til tað stendur viðkomandi í boði, at verða við í eini verk- ætlan. Virkisætlanir § 3. Almannastovan ger eina ætlan fyri tann einstaka, eftir at hesin hevur fingið játtað forsorgarhjálp eftir § 9, stk. 3 í forsorgarlógini, samanhangandi í 6 mánaðar. Stk. 2. Ætlanin skal innihalda eina lýsing av forsøg- uni hjá tí einstaka, hvørji mál viðkomandi hevur, um- framt eina lýsing av teimum tiltøkum, ið eru neyðug fyri at málini kunnu røkkast. Stk. 3. Almannastovan tekur ætlanina upp til viðgerð- ar einaferð hvørt hálvár fyri at kanna, um tørvur er á broytingum. I hesum sambandi skal dentur leggjast á at meta um møguleikamar hjá tí einstaka at fáa van- ligt arbeiði ella at fara undir útbúgving. Veitingar og tíðir § 4. Arbeiðsvikan fyri tann sum er við í eini verk- ætlan, er 25 tímar í miðal. Stk. 2. Sýtir tann einstaki at vera við í eini verkætlan, jbr. § 2, verður forsorgarhjálpin sett niður í 50%, og hjálpin kann útgjaldast dag fyri dag. Stk. 3. Er tann einstaki við í eini verkætlan, og møtir minni enn 50% av tíðini, smbr. stk. 1, verður veiting- in eftir § 9, stk. 3 í forsorgarlógini, sett niður í 50%. Stk. 4. Er tann einstaki við í eini verkætlan, og møtir 50% ella meiri av tíðini, smbr. stk. 1, verður veitingin eftir § 9, stk. 3 í forsorgarlógini, ein lutfallsliga eins stórur partur og uppmøtingin. Stk. 5. Er tann einstaki við í eini verkætlan, og møtir meiri enn 75% av tíðini, smbr. stk. 1, verður, í tann mun forsorgarlógin loyvir tí, eitt ískoyti givið. Iskoytið verður ásett í mun til tað, sum uppmøtingin er yvir 75%, tó í mesta lagi kr. 1000,-. § 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lýst. FØROYA LANDSSTÝRI, 28. mai 1996 Andreas Petersen (sign.) landsstýrismaður / Johnny Winther Holbech (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.