Fróðskaparrit - 01.01.2002, Blaðsíða 7
Fróðskaparrit og
Mentunargrunnur Føroya Løgtings
5
Maud Heinesen
Fróðskaparfelag Føroya, Handan A 5, FO-IOO Tórshavn, Faroe Islands
email: maudh@setur.fo
í fimti ár hevur Mentunargrunnur Føroya
Løgtings (nú Mentanargrunnur Landsins)
staðið sum útgevari av Fróðskaparritum,
Annales Societatis Scientiarum Færoensis,
árbókum Føroya Fróðskaparfelags, ið her
koma út við 50. bók í røðini.
Við stuðuli frá Mentunargrunninum var
longu á stovnandi aðalfundi felagsins
17.12.52 eitt av miðum felagsins rokkið -
ið hvussu er fyri fyrst: “A føroyskum máli
(at) geva út Fróðskaparrit, ið er felagsár-
bók”. Hetta hevði sjálvsagt kravt ávísar
fyrireikingar. 15.5.1952 senda J. Rasmus-
sen, jarðfrøðingur og H. D. Joensen, lands-
lækni Mentunargrunni Føroya Løgtings
hetta skriv (her endurgivið í heilum líki):
7a “Heiðursrit til Rasmus Rasmussen” í fjør
varð givið út, lá okkum undiriritaðu í huga, at
hetla skuldi vera l'yrsta roynd til føroyskt
fróðskaparrit, og ætlanin var tá at halda fram,
so eitt rit fór at koma árliga. Okkum er nú
kunnugt, at nóg nógvir menn eru, sum huga
hava at styðja hetta tiltak við tilfari.
Kostnaðurin av útgávuni er sum vant her í
Føroyum hin størsti meinbogin og serliga við
lílíkari bók sum hesari, har innihaldið ikki
beinleiðis er fólkalestur.
Tað tykist okkum at vera av stórum
týdningi, at menn, sum starvast á vísindalig-
um økjum, sleppa at leggja frá sær úrslit í
føroyskari ritgerð, sum í útheiminum kann
umboða Føroyar vísindaliga og menntunar-
liga.
Undirritaðu hava tingast við landsstýris-
mann, harra Richard Long, um spurningin og
hava eftir ráðum hansara sent skriv og tekn-
ingarlista til haldarar í allar bygdir. Hesir list-
ar kom inn afturfyrst íjuni (sí hjáløgdu fylgi-
skjøl). - Vit hava fingið tilboð uppá tflíka
bók frá prentsmiðunum og meta bókina til í
mesta lagi at koma uppá 3ooo kr. (talvu- og
myndatilfar uppí roknað).
Vit loyva okkum tí við hesum at heita á
Menntunargrunn Føroya Løgtings og biðja
um, at grunnurin vil átaka sær ta peningaligu
ábyrgdina, ið stendst av hesi útgávu, kortini
so, at allur peningur, sum inn kemur av søl-
uni fer inn aftur í grunnin.
Um grunnurin tekur hesa ábyrgd, átaka vit
undirritaðu okkum ritstjórastarvið.
+ fylgiskjøl
Við hávirðing
J. Ramussen, jarðfrøðingur, mag.sc.
/H. D. Joensen, landslækni.
Fróðskaparrit 50. bók 2002: 5-9